Listafólk ill inn á Dimmalætting

Inger Smærup Sørensen, ið var ritstjóri á mentanarílegginum hjá Dimmalætting, Punktum.fo, skrivar nú opið bræv.

Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, og kend fyri at blogga um list og mentan, var eitt skiftið mentanarligur ritstjóri á Punktum.fo, ið var mentanarblað hjá Dimmalætting.

 

Hon harmast nú viðferðina, ið tey skrivandi fáa, nú Dimma fór av knóranum.

 

Tað eru av sonnum harmaljóð, ið fyrrverandi ritstjórin letur frá sær í opnum brævi til lista- og mentanarfólk, sum hava skrivað fyri Dimmalætting.

 

Í brævinum stendur m.a.:



Tað er tungt at skriva hetta. Tí umframt mína egnu familju, eru eisini mong onnur rakt, m.a. listafólk og mentanarfólk, sum eg havi yvirtalað til at skriva fyri mentanarblaðið Punktum.fo.

Tað kennist eisini tungt, tí Punktum.fo var eitt gott tiltak, sum nøktaði ein týdningarmiklan tørv á mentanarjournalistikki og sum bar við sær eitt positivt huglag - líka inntil tað vísti seg, at fólk, eg hevði álit á ikki vóru erlig. Pengar, sum vóru oyramarkaðir til mentanarblaðið, vóru eftir øllum at døma brúktir til okkurt heilt annað.

 

Listafólk og mentanarfólk hava síðani apríl lyft Dimmalætting uppfrá á mentanarøkinum, og fleiri sita nú eftir við ongum. Hetta er ótespiligt, tí at júst hesi fólkini hava ikki fakfeløg, sum kunnu verja tey og hava ongan møguleika fyri at fáa ALS ella at fáa pengar aftur úr Trygdargrunninum.

Í mars í ár varð eg biðin um at gera eitt konsept til eitt mentanarblað til Dimmu, sum skuldi koma eina ferð um mánaðin.

 

Eg bað eina rúgvu av mentanarskribentum um at fara í gongd. Øll vóru glað, punktum seldi fínt og fyri trimum vikum síðani fekk eg at vita, at sponsorarnir í grundini vóru so mikið glaðir, at Punktum.fo slapp at halda fram til jóla.

 
Kanska hevur leiðslan á Dimmalætting handlað í góðari trúgv, men tey hava handlað skeivt.

Eg eri sera hørm um, at hetta so spennandi tiltak skuldi enda so óvirðiliga.


 

Alt brævið sæst á listinblog.blogspot.dk/2013/09/opi-brv-til-lista-og-mentanarfolk-sum.html