Barbara í Gongini, sum er vorðið eitt kent navn úti í heimi vegna hennara serstaku klæðnasniðgeving, vitjar regluliga aftur til Føroya, her mamma hennara, Katrin í Gongini býr. Í hesum døgum setur hon eitt minni keypstorg upp av kendu vørum sínum í Østrøm.
Barbara, sum eigur tveir synir, 15 og 17 ára gamlir, nýtti høvið at vitja familju og kenningar um vikuskiftið, og sunnudagin gekk leiðin til Klaksvíkar.
Edward Fuglø hevur gingið at sama skúla sum Barbara, Danmarks Designskole, og tók hon prógv haðani í 1996 innan sniðgeving, meðan Edward tók prógv hagani í 1991 eisini innan sniðgeving, men við denti á list og pallseting.
Teirra listavegir hava hittst í onkrum høpi fyrr, og hava tey nógv at práta um, tá ið tey hittast. Tað var ikki eiti á rósi, Edward hevði at bera Barbaru, og var hann fegin um, at hon við tógvið stríð og miðvísum treiskni hevði nátt so langt, sum hon hevði.
Barbara, sum hevur eina sniðgevingarfyritøku í Keypmannahavn við 10 starvsfólkum - við einum umsetningi á meir enn 12 milliónir krónur í fjør, hevur eisini nógv viðskiftafólk víða umkring úti í heimi. Serliga í Italia, Asia og annars í L.A. New York og Miami, har serstøku klæðnavørur hennara ganga væl.
Tað er sum at bora eftir olju, tað tekur eini tvey áratíggju at koma har til, tú ert nú, helt Edward uggandi fyri – Tú ert fantastisk! segði hann.
Bæði eru tey lítiðlátin og rópa ikki um seg við lýsingarorðum – Takk, á sama hátt, segði Barbara. Hoyri frá nógvum spennandi listaverkum og verkætlanum annars frá tær! Tú ert við í filmum, bókmentum, skrivar sjálvur, sniðger frímerkir, list í hópatali og so ikki at forgloyma træskurnirnar, Jesus úr Nasaret – fantastiskt, segði Barbara við einum smíli og gav Edwardi eitt klemm.
Og sjálvandi varð farið í kjallaran í Christianskirkjuni, har Edward hugtakandi greiddi frá listaverkinum, sum verður kallað meistaraverk hansara, Jesus úr Nasaret – og prátið gekk víða. Tá læt í yngra soninum hjá Barbaru, Tóki – Eg havi ikki nógv skil fyri list, men henda listin hugtekur meg.
So kanska liggur ein spíri eisini her?
Myndir: Davur Winther