Listafólk fáa ferðastuðul í trý ár

Í desembur 2014 gjørdu Atlantic Airways, Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna eina samstarvsavtalu um eina loftbrúgv, myndað eftir íslendskari fyrimynd. Á einum øki skilir føroyska skipanin seg tó frá íslendsku, tí í Føroyum er skipanin galdandi fyri allar listagreinar og ikki bara tónleikin.

 

Endamálið er at veita listafólkum ein stuðul til ferðaseðlar, so tað gerst lættari hjá teimum at hava framførslur og -sýningar uttanlands.

 

Fríggjadagin var nýggj avtala undirskrivað. Avtalan frá desembur 2014 var ein royndarætlan, meðan nýggja avtalan er ein varandi trý ára avtala. Upphæddin er tó óbroytt, ein millión er sett av til at stuðla uttanlandsferðum hjá føroyskum listafólkum.

 - Vit hava fingið 8 til 12 umsóknir um mánaðin hetta fyrsta árið og hava goldið 362 ferðaseðlar. Tilsamans hava vit nýtt eini 600.000 krónur, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Sambært honum eru tað fyrst og fremst tónleikarar, ið hava nýtt tilboðið, men eisini onkur myndlistafólk og bókmentafólk.

 

Í stuðulsnevndini sita umboð fyri Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Tey møtast eina ferð um mánaðin at taka støðu til innkomnu umsóknirnar.

- Endamálið er fyrst og fremst at geva føroyskum listafólkum møguleikan at fara uttanlands at luttaka á tiltøkum, og samstundis fremja føroyska mentan og list uttanlands, sigur Jóan Petur Hentze.

 

Hann er væl nøgdur við hetta royndarárið og heldur, at royndarætlanin hevur eydnast væl.

- Vit hava verið rættiliga strong við okkara viðgerðum av umsóknum í ár, men halda okkum hava havt ein góðan leist kortini. Nú fáa vit at síggja, um umsóknirnar fara at vaksa í tali, nú skipanin er vorðin varandi. Ein millión krónur hevur so víst seg at vera nokk fyribils, sigur Jóan Petur Hentze.

 

- Tað kann vera, at vit fara at loysa eitt sindur upp fyri strongu avmarkingunum, sum eru í viðtøkunum, men tað velst um, hvussu nógvar umsóknir koma. Um vit koma út móti heysti, og tað enn er peningur eftir, kann hugsast, at vit vera eitt sindur lagaligari at hava við at gera, sigur Jóan Petur Hentze.