Listafólk støvað av til serlig høvi

- Uha, so má eg skunda mær, tí hann plagar ikki at vara serliga leingi, sigur Jenny C. Petersen speiskliga, tá hon verður biðin um at siga sína hugsan um føroyskan mentanarpolitikk.

- Mentanarpolitikkurin í Føroyum plagar at vara í nakrar dagar 4. hvørt ár upp undir val. So er hann gloymdur aftur, sigur Jenny, meðan hon roynir at bøta enn ein leka inni á Tjóðpalli Føroya, sum er orsøk til, at ein frumframførsla má útsetast enn einaferð. 



Himmalrópandi inkompetansa

- Eg eri farin at halda, at vantandi mentanarpolitikkurin er úrslit av, at føroyskir politikarar ikki megna at hugsa um menniskja sum eina heild. Ofta tykist tað sum politisku loysninar eru eitt slag av eykalutum, sum skulu bøta um okkum petti fyri petti, sigur Jenny.

Hon minnir á, at eitt fjølbroytt mentanarlív hevur eina grundleggjandi ávirkan á, um menniskju trívast í einum landi ella ikki.

- Tí má tað vera útrykk fyri eina himmalrópandi politiska inkompetansu, tá mentanarliga virksemið javnt og samt verður skert, heldur Jenny

Tað ringasta við stuttskygda mentanarpolitikkinum er, at listafólk mestsum verða spæld út móti hvørjum øðrum, heldur hon.

- Eg veit ikki, um tað er ein tilvitaður máti at halda listafólkum niðri uppá. Men tað ger tað í øllum førum ikki lættari hjá okkum, at standa saman, tá við ár um ár skulu berjast um somu fáu krónur, sigur Jenny. 



Bláoygt bjartskygni

- Ikki tí, politikararnir vilja fegnir hava føroysk listafólk at framføra fyri eitt nú útlendskum gestum. Tá verða okkara listafólk tikin úr skápinum og støvað av fyri síðani at verða pakkað niður aftur, tá gestirnir eru farnir, sigur Jenny, sum ofta kennir seg hugstoytta av vantandi politisku virðingi fyri føroyskum listafólkum.

- Eg vil helst ikki enda sum ein beisk gomul kona, sum møtir sær sjálvari í hurðini á veg út. Hinvegin eri eg bangin fyri, at mítt bjartskygni viðvíkjandi umstøðunum hjá Tjóðpallinum hevur verið í so bláoygt, sigur Jenny, sum kortini skjýtur upp, at nakað av grótinum frá mongu tunlunum verður brúkt at byggja ein Tjóðpall.

- So ímeðan vit bíða eftir onkrum at húsast i, eru allir politikararnir annars vælkomnir oman á Gamla Meiaríið at síggja umstøðurnar her, sigur Jenny C. Petersen við einum brosi.