Listafólk fáa ikki ein skattalætta, akkurát sum ítróttarleiðarar fáa.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann fer at nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at ítróttarleiðarar og hjálparfólk í ítrótti, skulu kunna fáa eina skattafría samsýning upp á 30.000 krónur um árið.
Í løtuni er skattafría samsýningin 15.000 krónur.
Men nú hevur Gunnvør Balle, tinglimur, spurt landsstýrismannin um ikki eisini onnur eisini kunnu fáa somu sømdir, eitt nú listafólk, mentafólk, sjónleikarar og onnur, sum eisini gera eitt stórt sjálvboðið og ólønt arbeiði.
Onnur hava eisini nevnt, at skótaleiðarar og onnur eiga at fáa somu sømdir, sum ítróttarleiðarar.
Jørgen Niclasen sigur, at her er talan um ítróttarleiðarar burturav, tí har gera leiðarar og hjálparfólk eitt avbera stórt, sjálvboðið arbeiði fyri onnur.
Hann skilir væl hugsanina um at onnur skulu fáa somu sømdir, men í hesum føri er altso bara hugsað um ítróttarleiðarar.
Annars nevndu tingfólk, at tey fáa høvi at gera síni sjónarmið galdandi, tá ið uppskotið kemur til viðgerar í Løgtinginum.
Annars nevndi Jørgen Niclasen, at mentafólk og listafólk rinda ikki skatt av sømdargávum og heiðursgávum, tey fáa.