Listafólk skulu ikki bara liva av stuðuli

Tað ber ikki til bara at fáa og fáa. Nýsetti landsstýrismaðurin í mentamálum fer ikki at skerja stuðulin til listafólk, men kanska skal hann broytast

Listafólk skulu ikki bara liva av stuðuli frá tí almenna.

Tað sigur Jenis av Rana, nýsettur landsstýrismaður í mentamálum, í samrøðu við Sosialin  hetta vikuskifti, hat nógv verður gjørt burtur úr ungum listafólkum.

Hann vísir á, at tað almenna stuðlar longu listafólkum ivæl, og hetta átti at verið nóg mikið.

– Mann kann ikki bara fáa og fáa. Tað skal eisini vera ein ávís portión av egindrift. Eingin skal liva av stuðli burturav, sigur hann við Sosialin.

– Tað er ikki altíð, tað er gagnligt at stuðla og geva pengar út. Vit skulu heldur finna tey evnaríku, sum klára at brúka sínar gávur, leggur hann afturat.

Hann sigur kortini, at hann fer ikki at skerja nakran stuðul, ella at fremja nakrar kollveltandi broytingar.

–  Í dag er eitt hav av stuðulsmøguleikum og nú er stundin komin til at eftirmeta skipanina fyri at finna út av, um vit skulu leggja á annan bógv og gera nakrar aðrar stuðulsmøguleikar, sigur hann.

Hann sigur, at tað vera nógvir pengar játtaðir listafólk um árið, men spurningurin er, um teir koma teimum røttu til gagns, heldur hann.

Í hesum sambandi er hann sinnaður at játta pening til eina myndlistaleið á listaútbúgvingini hjá Setrinum.

Hann heldur eisini, at tað er ein gongd leið at seta kikaran á listaspírar í fólkaskúlanum og barnagarðinum.

– Í skúlanum verður stórur dentur lagdur á tað verkliga og bókliga, og tí er tað lætt hjá børnum við listarligum gávum at detta niður ímillum, sigur hann við Sosialin.