Listafólk kunnu gista í Svøríki

Listafólk úr Havn og tey, sum her fáast við mentanarligt arbeiði, hava nú høvi at gista 1-2 vikur á Villa Bergshyddan í Stockholm Umboð fyri umsitingarnar hjá teimum norðurlendsku høvuðsstøðunum hava hildið fund í Oslo, og eitt av úrslitunumm er, at listafólk úr Havn og tey, sum her fáast við mentanarligt arbeiði, nú hava høvi at gista 1-2 vikur á Villa Bergshyddan í Stockholm.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at tilboðið vendur sær til høvundar, sjónleikarar, journalistar og onnur fólk úr Havn, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Tíðarskeiðið gistast kann er frá apríl til og við september. Rúm er fyri tveimum vaksnum og tveimum børnum. Tey, sum ætla sær at søkja, skulu gera vtað innan 1. februar 2009. Adressan stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Høvuðsstaðarfundurin varð hildin á Ráðhúsinum í Oslo. Tá húsið varð tikið í brúk í 1950, gav Tórshavnar kommuna starvsfeløgunum í Oslo eina veggmynd til gávus. Veggmyndin ímyndar býmerkið hjá Havnini, hamari Tórs. Í somu gongd eru gávur frá Nobelprísvinnarum til skjals.

Næsti høvuðsstaðarfundur verður í Helsingfors í juni 2009.