Jógvan Hugo Gardar
(DALE, NOREG) Her eru øll listafólk vælkomin, sum gjarna vilja royna okkurt nýtt, sigur stjórin í norðurlendsku listamiðstøðini Dalsåsen, Arild Bergström. Eingir føroyingar hava verið á støðini, men teir eru vælkomnir, sigur hann.
? Her havi eg frælsi til at royna okkurt nýtt. Hetta er ein óførur møguleiki hjá mær at finna nýggjar búnar til mína list, sigur tann norski listamaðurin Frank Åsnes. Vit hitta hann í einum av starvsstovunum, sum listafólk kunnu læna í styttri tíðarskeið á norðurlendsku listamiðstøðini Dalsåsen í Dale.
Dalsåsen liggur í norska fylkinum Sogn og Fjordanen, stutt norðanfyri Bergen. Frank Åsnes er ein av fimm listafólkum, sum í løtuni eru á Dalsåsen. Higartil hevur Frank Åsnes yvirhøvur bara arbeitt við leiri.
? Her havi eg møguleika til at arbeiða við øllum træsløgum. Træ er eitt spennandi og krevjandi tilfar.
Hann roknar við at gera nógv burturúr viði framyvir, og hann kundi gott hugsa sær at roynt at arbeitt við jarni, stáli og øðrum slíkum tilfari.
? Tað sum kanska er tað besta við steðginum hjá mær her í Dale er, at eg fái slappa av og gjørt akkurát tað sum hóvar mær. Eg havi ikki fyri neyðini at hugsa um mína næsta søluframsýning fyri at yvirliva. Her fái eg egna íbúð og eina starvsstovu sum eg kann brúka sum tað passar mær, og miðstøðin er vælútgjørd við amboðum, serliga við amboðum sum passa til træ.
Ein rúgva av pinnum
Í grannastarvsstovuni hitta vit skotska listarmannin Aeneas Wilder. Hann byggir listarverk av træpinnum. Hann byggir upp standmyndir, sum eru væl omanfyri tveir metrar høgar. Tá alt er liðugt, er ætlanin, at hann við at trýsta á eitt ávíst stað á standmyndini, skal fáa alt rapla saman eftir nøkrum fáum sekundum.
Hann tekur hendingina upp á sjónband, so hetta kann vísast fyri umheiminum. Eg spyrji um ikki hansara mál er at gera list, sum kann standa eftir hann.
? Tað er eitt mál ein listamaður kann hava. Eg royni at finna út av, hvussu hesir pinnarnir kunnu setast saman til stór verk sum eftir lítlari løtu gerast til eina rúgvu av træpinnum.
Ikki altíð eydnast líka væl, men tað ger einki, sigur Aeneas.
? Eg havi tikið alt upp á sjónband, so eg veit, hvussu eg bygdi listaverkið, so eg kann byggja tað uppaftur av nýggjum við neyðugum broytingum. Hetta kann eg gera fleiri ferðir, tí eg gevist ikki, fyrr enn eg fái hugskotini til at virka, sum eg vil hava tey at virka.
? Eg havi eitt hugskot um hvussu listaverkið skal síggja út tá eg byrji, men listaverkið broytist, meðan tað verdur skapað, sigur Aeneas Wilder.
Royna okkurt nýtt
Stjórin á listamiðstødini, Arild Bergström, sigur, at endamálið við at bjóða listafólkum eitt uppihald á staðnum er at geva teimum møguleikan at royna okkurt nýtt.
? Tey kunnu royna okkurt nýtt, ella tey kunnu royna at menna tað, tey longu eru dugnalig til, sigur Bergström.
Hann leggur afturat at tey ikki leggja seg uppí hva listafólkini gera. Tað er av alstórum týdningi er at tey gera sum tað passar teimum.
Nordisk Kunstnarsenter Dalsåsen, sum listamiðstøðin kallast, er opin fyri norðurlendskum listafolkum. Harafturat er eitt UNESCO-stipendium knýtt at staðnum, og tí koma eisini listafólk úr fjarskotnum londum til Dale. Áhugin fyri at koma til Dalsåsen er stórur. Seinast, tey tóku inn fólk, høvdu heili 430 søkt um at fáa eitt av fimm plássum.
Føroyingar vælkomnir
Arild Bergström sigur at roynt verður at fáa fólk úr øllum norðanlondum til Dale. Higartil hevur hetta gingist hampuligt, men enn hevur einki føroyskt listafólk verið á staðnum.
- Vónandi kunnu vit um ikki so langa tíð bjóða fyrsta føroyinginum hendanvegin. Vit hava havt umsóknir úr Føroyum, uttan at hesi eru vald út.
Tey sum søkja um at koma til Dalsåsen, skulu prógva, at tey eru listafólk við at senda inn dømi um listaverk, tey hava gjørt.
Á Dalsåsen eru altíð í minsta lagi fimm listafólk. Pláss er til fleiri í íbúðunum, men koma fleiri enn tey fimm útvaldu, noyðast tey at rinda fyri uppihaldið sjálvi. Hendan møguleikan hava fleiri brúkt. Serliga pør har bæði eru listafólk.










