Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fer mánadagin á fund við Mentanargrunnin, Listafólkasambandið og umboð fyri hvørt av limafeløgunum , har tey mest átrokandi málini á listaøkinum verða viðgjørd. Við grundarlagi í álitinum um umskipan av Mentanargrunninum frá oktober 2008 er ætlanin at fáa í lag kjak, har uppskot og møguleikar at bøta um umstøðurnar verða viðgjørd. Á fundinum er ætlanin m.a. at viðgera:
?Stuðulsveitingar til listarlig endamál
?Samansettar starvssetanir
?Hølisumstøður
-Ætlanin er at seta ljóskastaran á búskaparliga grundarlagið, bygnað og karmar hjá listafólkum og teimum, sum beinleiðis arbeiða við listarligum spurningum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Landsstýriskvinnan fyrireikar eitt aðalorðaskifti um mentanarpolitikk, sum ætlandi skal vera í løgtinginum nú í vár.
-Tí havi eg ynskt at koma á tal við umboð fyri listafólk og tey sum umsita stuðulsjáttanir á økinum, soleiðis at eg kann vera so væl fyrireikað sum gjørligt til eitt aðalorðaskifti, sigur Helena Dam á Neystabø.
-Játtanir til mentan og list hava staðið í stað í nógv ár, og hølisumstøðurnar eru út av lagi. Tíðin er komin til at endurskoða umsiting og raðfesting av íløgum okkara í mentan og list. Eg haldi, vit eiga at satsa upp á hesi øki komandi árini, soleiðis at mentan og list í størri mun fær fólk at støðast, trívast og kann draga fólk til land okkara, sigur hon.
Í einum seinni umfari verða aðrir mentanarligir spurningar umrøddir. Eitt nú mentanararvurin, søvnini, fjølmiðlar, ítróttur, kirkjan og annað.









