List við fótbólti til Íslands

   

Tá føroyska fótbóltslandsliðið vitjar í Íslandi í juni í ár, verður skipað fyri ymsum tiltøkum í Reykjavík, ið hava til endamáls, at økja um áhugan fyri Føroyum, føroyskari list og mentan.
5 juni verður skipað fyri einum einum móta, list og tónleika kvøldi í listasavninum í Reykjavík, Hafnarhúsinum. Við í tiltakinum vera Eivør Pálsdóttir, kvartettin Peguhejá, Sirri, Snældan, Guðrun & Guðrun, Óluvá á Lofti, Aase Bømler Olsen, Karstin Olgar Lamhague og Astri Luihn.
25. mai kl. 18.00 verður ein royndar framførsla av tiltakinum í Listaskálanum í Havn. Tiltakið í Listaskálanum verður ein skerd útgáva av tiltakinum í Reykjavík og kemst hetta av, at Eivør og tónleikarar hennara ikki fáa stundir at koma til Føroya og at nøkur av listaverkunum ikki verða liðug til hesa frumframførslu okkara. Tó vóna vit, at fitt av fólki koma til hetta tiltak, so at føroyingar eisini fáa høvi til at síggja og hoyra nýggju verkini.