List við antimonologum

Leygardagin 30. august letur upp ein framsýning við norska listamálaranum Håkon Gullvåg í Listasavninum. Hann verður sjálvur hjástaddur við ferniseringina.

Heitið á framsýningini er Anti-monologar, og fevnir um 50 oljumálningar, ið listamálarin hevur lænt til framsýningina.

Tað verður Allis Helleland, sum er stjóri á Nasjonalmuseet for Kunst, Arkitektur og Design í Oslo sum setir framsýningina.

Håkon Gullvåg hevur í meiri enn 30 ár havt eina serstøðu í listarliga umhvørvinum í Noregi. Og henda framsýningin er eisini dømi um trý av hansara týdningarmestu myndevnum – andlitsmyndum, stólum og kirkjulist.

Norski og føroysku listfrøðingurin, Eva Furseth hevur skrivað ein bók um listamannin, saman við rithøvundinum Jan Kjærstad. Við ferniseringina verða bæði Håkon Gullvåg og Eva Furseth.