List í Tutl

Í dag klokkan 16 letur upp framsýning við málningum hjá Dagfinn Olsen í handlinum hjá Tutl í Gongini í Havn

Tutl fór í fjør undir at hýsa list í handlinum í Gongini á Kongabrúnni í Havn. Í dag klokkan 16 byrjar framsýning við málningum hjá Dagfinn Olsen. Talan er um málningar, ið eru málaðir seinastu árini.

Dagfinn hevur einamest verið frammi sum orð og tónasmiður og hevur m.a. í hesum sambandi fyri stuttum verið at hoyra sum tónleikagestur í útvarpssendingini "Fríggjadag geri eg hvat eg vil". Men hann hevur eisini fingist við at mála. Dagfinn hevur luttikið á nøkrum tónleikaútgávum og gav í 1997 sjálvur út fløgu, ið hann eisini myndprýddi.

Dagfinn hevur ikki havt stakframsýning áður, men hevur fingið málningar við á ólavsøkuframsýningina einar 2 - 3 ferðir.

Dagfinn Olsen er tann fimti í røðini av listafólkum, sum sýnir fram í Tutl. Áður hava Jens Frederiksen, Phlippe Carré, Eli Smith og Ólavur á Váli sýnt fram. Tutl hevur sett sær fyri at hýsa einum listafólki hvønn mánaða.

Í samband við framsýningina, sum letur upp í dag, fríggjadag, klokkan 16, bjóðar Tutl teim vitjandi ein kaffimunn