List úr eystri

Í sambandi við Listastevnuna 2002 letur upp ein forvitnislig framsýning av hjúnunum Djamal Djumabaeva úr Kirgisia og Mikahail Kudinov úr Ukreina. Tey eru búsitandi í Santa Pætursborg, har tey hava fingið listarliga útbúgving. Umframt at sýna fram í Russlandi, sýna tey eisini fram listarverk teirra fram í Italia, Spania, Týsklandi og Danmark. Á Listastevnuni leggja tey Føroyar afturat, og her verður høvi at njóta poetisku myndir teirra.
Framsýningin letur upp sunnudagin, 4. august, klokkan 16 í Listaskálanum.