List og tónleikur við kafé

Í kvøld kl. kl. 20 verður eitt tiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði undir heitinum ?List, tónleikur & kafé?. Tiltakið er í sambandi við framsýningina ?Lívsins ferð í ljósi og myrkri?, sum Anna Hansen og Rógvi á Lakjuni hava skipað fyri. Tey sum fara at framføra eru: Anna á Váli Smith, Kristina á Váli, Sára Olsen og Sára Andreassen sum fara at framføra nakrar sangir saman við klaveri og cello. Tær fara eisini at syngja nakrar sangir acapella. Eisini fara Jákup á Lakjuni og Durita M. Jacobsen at framføra nakrar av sínum sangum. Framsýnararnir fara at siga frá søgum handan listaverkini á framsýningini, sum endar í kvøld. Tiltakið er ókeypis.