List og mentan eru við til at styrkja samfelagið

Eitt livandi, virkið og frælst mentanarlív er týðningarmiklari enn nakrantíð áður, um vit skulu varðveita álitið millum tey norðurlendsku londini. Í kreppuni, sum Evropa er í í løtuni, kann mentanarsamstarvið hjá teimum norðurlendsku londunum, við áherðslu á listarligt frælsi og talufrælsi, vera ein fyrimynd, skriva stýrisformennirnir fyri norðurlendsku húsini og mentanarstovnarnir í Finnlandi, Álandi, Grønlandi, Íslandi og Føroyum

Við gleði hava vit tikið við okkum boðskapin frá fundinum hjá norðurlendsku mentamálaráðharrunum í Oslo í byrjanini av mai. Eintýdda og sterka signalið er, at fortreytin fyri frælsa leiklutin hjá list og mentan er altýðandi fyri eitt fólkaræðisligt samfelag. Tá ið fólkaræðislig virðir sum skrivi- og talufrælsi, miðlafrælsi og listarligt frælsi eru undir trýsti, trína Norðanlond á nógvum økjum fram sum undangonguøki.

 

List og mentan skapa fyritreytirnar fyri einum fólkaræðisligum og opnum samfelagi. Tey eru partur av grundvøllinum í norðurlendska samstarvinum, ið varð stovnað sum eitt friðarvarðveitandi átak. Týdningurin, ið mentan hevur fyri at varðveita eitt sterkt sosialt samfelag, er eisini partur av visjónini hjá forsætisráðharrunum um at gerast heimsins mest samlagaða øki. Tann sameinda norðurlendska mentanin hevur stóran týdning fyri, hvørt norðulendska samlagingin eydnast. Í eini tíð har norðurlendsku londini og Evropa eru í einari søguligari kreppu, er mentanarliga felagsskaparkenslan meira neyðug enn nakrantíð áður. 

 

Mentanarlívið í okkara londum er hart rakt av alheimsfarsóttini, og vit hava enn ikki sæð allar avleiðingarnar av hesum. Norðurlendsku londini hava lagt nógva orku í at minka um árinini av einum læstum mentanarlívi. Allir partar av samfelagnum hava á ymiskan hátt havt ilt av covid-19, men mentanarlívið hevur verið serliga hart rakt, tí at mentan ikki er sloppin at spæla sín mest týðandi leiklut: at skapa støð, har fólk hittast og at vera atkomulig fyri samborgarar.

 

Við alheimsfarsóttini og kreppuni, ið Evropa knappliga er blakað út í, í huga, er tað torført at skilja at norðurlendska samstarvið velur at skerja útreiðslurnar fyri mentan og útbúgving. Ein fyribils fíggjarætlan, sum varð viðtikin av norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri árini 2021-2024 mælir til lækkingar á 20 - 25 prosent. Hetta er óheppið, tá ið tað eru júst mentanin og mentanarliga samstarvið, ið kunnu savna fólk.

 

Mentamálaráðharrarnir halda, at norðurlendsku londini mugu viðgera hesar spurningarnar altjóðarliga í eina tíð, tí virðir sum skrivi- og talufrælsi, miðlafrælsi og listarligt frælsi eru undir trýsti. Tað er avgerandi fyri eitt væl skipað fólkaræði, at listin hevur frælsi til at skapa hugleiðingar, provokatiónir og at bjóða verðandi samfelagsbygnaðum av.

 

Norðurlandahúsini og stovnarnir eru umráðandi fyri arbeiðið við at fremja hesi felags norðurlendsku virðini. Mentanarstovnarnir eru eitt stórt aktiv, ið varðveita og menna norðurlendska samstarvið. Teir eru týðandi samkomustøð, sum endurspegla norðurlendsk virðir, tá ið teir møta borgarasamfelagnum, í umsorganini fyri børn og ung og eina sínámillum málfatan, og ikki minst gjøgnum arbeiðinum við stuðulsskipan norðurlendska ráðharraráðsins fyri mentanarligt samstarv í Norður- og Baltalondum. Vit mugu halda áfram at menna okkara virðir, tá ið álit, skrivi- og talufrælsi og virðir eru hótt.

 

Við øðrum orðum eru vit ein resursa, ið er til reiðar at styrkja norðurlendska mentanarsamstarvið, ein resursa, ið átti at verði raðfest.

 

Constance Ursin, stýrisformaður, Nordisk kulturkontakt, Helsinki

 

Rasmus Vestergaard, stýrisformaður, Nordens institut í Álandi

 

Claus Kjeld Jensen, stýrisformaður, Nordens institut í Grønlandi

 

Sarah Anwar, stýrisformaður, Norðurlandahúsið í Reykjavík

 

Lars Barfoed, stýrisformaður, Norðurlandahúsið í Føroyum