Sunnukvøldið hin 20. oktober letur upp ein listaframsýning í forkirkjuni í Glyvra kirkju. Tað er Edward Fuglø, listamaður, sum sýnir fram.
Framsýningin verður opin alla næstu viku frá klokkan 20-22 undir heitinum list og kvirra, har møguleiki eisini er at njóta kvirruna í kirkjurúminum og at tendra ljós í ljósglobuni.
Fleiri av kvøldunum enda eisini við aftanbøn klokkan 21.45.
Á framsýningini fer Edward at sýna fram verk, ið øll eru gjørd burtur úr sokallaðum “readymades”, sum er eitt listahugtak við uppruna fyrst í 1900-talinum.
Tað var listamaðurin, Duchamp, ið var undangongumaður innan hetta listarliga øki.
Listafólkið tekur ein vanligan brúkslut, sum vit kenna hann úr gerandisdegnum. Hesin verður settur saman við onkrum øðrum luti ella brúktur einsamallur.
Tá slíkir lutir verða tiknir úr tí heild, teir hoyra heima og verða hongdir á ein hvítan vegg, eitt nú í einum listaskála ella kirkju, fáa teir eina aðra funktión.
Tá siga teir eina nýggja søgu.
Á framsýningini í Glyvra kirkju siga lutirnir - ella verkini - frá søgum og hugtøkum, ið øll sipa til frásagnir úr Halgubók.
Relikvium er latínskt orð, ið merkir rest og sipar í hesum føri til áðurnevnda brúkslut ella brúkslutir, ið allir hava heimild í Halgubók.
Edward Fuglø fer eisini at greiða frá síni list í Glyvra kirkju.










