Vetrarljós 2020 eitur tiltakið.
Til ber at síggja listaverkini hjá Ruth Smith, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø. Men hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu tey síggja út í bølamyrkri? Leygardagin ber til at lána eina lummalykt í móttøkuni og uppliva listaverkini koma til sjóndar á ein heilt øðrvísi hátt.
Hetta er ein serstøk og (ó)hugnalig uppliving fyri bæði børn og vaksin - so tak familjuna við, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.
Lummalyktir kunnu lænast í móttøkuni.
Tað er ókeypis atgongd frá klokkan 16-18.
Rundvísing verður klokkan 16:30 og 17:30 og er í 20 minuttir. Tað er ikki neyðugt við tilmelding, sigur Listasavn Føroya.