List? ja takk!

Andrea Heindriksdóttir, Listi E
-------

Havnin hevur fostrað nógv dugnalig listafólk. Uttan hesi høvdu vit heilt víst verið fátækari. Hugsið tykkum ein høvustað uttan Listaskálan, Sjónleikarahúsið, Norðurlandahúsið, Tjóðpallin, Bókasøvnini, Musikkskúlan, Smiðjuna í Lítluvík og nógv onnur støð, sum ríka okkum við list á hvørjum einasta degi.
- Nei, tað er óhugsandi.........

Listafólk eru skapandi fólk – skapandi fólk eru framskygd og hava kreativar ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum vit í dag kanska ikki síggja fyri okkum.

Eg vil arbeiða fyri:

At byggja nýggjan musikkskúla
At gera Reinsaríið til spælistað burturav
At leggja lunnar undir Listaskúla
At arbeiða fyri betri umstøðum at framføra uttandura
At Havnin fær búdeplar til listafólk
At útvega høli til listaverkstað
At stimbra listarligari læru í skúlunum
At bjóða kreativ tilboð til børn og ung


Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er avgerandi fyri menningina av høvuðstaðnum, at vit gera íløgur, sum menna okkara listaumhvørvið.
Havnin eigur í nógv størri mun at taka listafólk við uppá ráð, tá listaøkið skal útbyggjast, tí tað eru listafólk sum eru serkøn innan listaøkið!