List: Ingrid í einum jarðfrøðiligum meldri

- Nú koma fuglarnir aftur, og ljósið kemur bóltandi. Tíðin við farsótt og avbyrging hevur verið drúgv og tung, sigur listakvinnan, sum nú letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

 

.

 

 

Fríggjadagin hin 28. mai letur danska myndlistakvinnan, Ingrid Møller, upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin verður opin til og við 1. juni, og opið verður allar dagar frá klokkan 12 til 18. 

Fernisering verður fríggjadagin komandi frá klokkan 14 til 18, og mánadagin hin 31. mai frá klokkan 19 til 21 verður tað, sum myndlistakvinnan rópar ”artist talk”, har hon fer at greiða frá framsýningini og sínum listaarbeiði.

Ingrid Møller hevur seinastu 25 árini fleiri ferðir sýnt fram málningar og list í Føroyum. 

 

Hon er útbúgvin á Danmarks Design Skole, Århus Kunstakademi og Den Grafiske Skole í Århus.

Evnið og íblásturin til hesa framsýning, sum nú letur upp, er, at dagarnir gerast longri, og at sólin og ljósið fylla meira og meira - og skjótt hava vit eisini ljósar nætur.

- Í Føroyum hevur ljósið eina serliga megi - eisini, tá sólstrálurnar eftir illveðurs løtur aftur bróta seg ígjøgnum skýggini. Her upplivir tú mótsetningin millum myrka veturin og tíðina, tá summarið stundar til. Ferðafuglurin kemur aftur við ljósinum. 

 

##med2##

 

Ingrid Møller lýsir kensluna, tá ljósið og orkan innan í okkum koma aftur eftir langan vetur.

- Tíðin við farsótt og avbyrging hevur verið drúgv og tung, men nú hóma vit aftur ljósu næturnar fyri framman, sigur listakvinnan. 

Tom Jørgensen, sum skrivar um list á Jyllands Posten og er blaðstjóri á Kunstavisen, skrivar soleiðis um listina hjá Ingrid Møller:

- Hon hevur valt sína egnu leið. Eina leið, sum er myndalig, men eisini við abstraktum íslettum og nógvari sigandi orku. At síggja listina hjá henni, er sum at standa mitt í einum jarðfrøðiligum meldri. Tú kennur teg lítlan, ovfarnan og bergtiknan. Ingrid Møller ræðist ikki tey stóru armsveiggini og tær stóru kenslurnar, tí hon hevur listaligu gávurnar at handfara hesi. Listin situr leingi í nethinnuni, eftir at tú hevur sæð verkini.

 

##med3##

 

.

- At síggja listina hjá Ingrid Møller, er sum at standa mitt í einum jarðfrøðiligum meldri, sigur ummælari.