List hevur altíð verið til

Tað, vit í dag so hábarsliga kallað “list”, er ein náttúrligur hugur at skapa, sum frá tíðarinnar morgni hevur styrkt menniskja og samfelag

Í modernaðari verðinssøgu hava kongar, keisarar, tzarar, greivar, politikarar, filosoffar, lærarar og arbeiðsfólk gjøgnum øldir virðismett list. Vanligt var at ´kultivera´ listarlig verk, og er hetta samstarvið grundarlagið undir flestu listarligu stórverkum. Balletskúlar og sjónleikarhús vóru stovnaði av kongum; komponistar og rithøvundar stuðlaðir av greivum. Listafólkið sjálvt varð ikki altíð høgt í metum, men virðing var fyri arbeiðinum tey gjørdi.

 

Í dag tykist sjónarmiðið hjá summum at vera, at tað sum ikki kann nertast við, kann ikki brúkast til nakað, og er tað kanska ein óheppin leivd av vesturlendska industriella rákinum. Í veruleikanum njóta føroyingar feitt av teimum íløgum, ið størri lond gera innan ´abstrakt´ øki, sum gransking og list. List virkar sum ein kreativ innspræning í heilan og sálina, soleiðis at skilja, at list er orkuskapandi fyri móttakaran: vinnulívsmannin, arbeiðaran og skúlanæmingin. List er eitt útrykk fyri identiteti og ein orka, ið setur spurningar við viðurskifti og tankar innan í og rundan um menniskja og samfelag. Ein staðfesting og ískoytan til, heilt einfalt, at hugsa.

 

Tankar og kreativitetur detta ikki av himni niður í føroyingin. Alt tað vit ikki gera sjálvi, tað gera onnur fyri okkum, og so kemur tað hendavegin seinni. Trupuleikin er bara í hesum førðinum, at útheimurin kann ikki skapa okkara mentan. Sleppa fólk ikki at útrykkja seg her á klettinum, so rýma tey. Tey tíma ikki at vera her. Samfelagið verður ov einstáttað, tí lítið og einki verður ruskað í verðandi diskursir, gamlar mannagongdir og hugsunarhættir.

 

List er ein súla í einum skapandi samfelag og skal hendan súlan styrkjast við m.a. listarligum bókasavnið, verkætlanum har evni skulu lýsast gjøgnum list, samstarvi við privata vinnu viðvíkjandi møguleika at leigu tøkni og pláss, venjingarhølum til tónleik og dans og ikki minst einum sterkum sjónleikarhúsi.

 

Fyrsta stigið kundi verið at sundurskilt Mentamálaráði, soleiðis at listarliga umsitingin fær greiðari karmar at arbeiða undir og harvið betur úrslit.