List í egningarskúrunum

Ikki færri enn trý lokal listafólk syndu fram í egningarskúrunum á Stangabrúnni Sjómannadagin



Sjómannadagurin er annað enn fiskur og sjómannakappingar. Umframt øll hini tiltøkini bar eisini til at uppliva lokala list í tveimum egningarskúrum. 



Lívið á keiini

Í øðrum skúrinum sat listamaðurin Livar Nysted fekk sær fegin eitt prát við mongu gestirnar, sum stukku inn á gólvið í skúrinum. Á veggunum hingu vælumtóktu hugmyndirnar hjá Livari Nysted, men hesuferð royndi hann seg eisini við myndum við einum meir politiskum sniði.

Í næsta skúrinum hittu vit tær báðar Lydiu Petersen og Jórun Høgnesen. Eyðkendu Klaksvíksmyndirnar hjá Lydiu Petersen prýddu annan veggin, meðan lívið á keiini sett dám á myndirnar hjá Jorun Høgnesen hinumegin.

Til dagsins høvi hevði Jórun Høgnesen eisini tikið eina av sínum fyrstu myndum við, sum ógvuliga hóskandi ímyndar lívið í einum egningarskúri á Stangabrúnni.