Lissi Mouritsen eigur og rekur í løtuni barnahandilin Bronx, har hon í fleiri ár hevur havt frisørsalong. Lissi fylgir væl við í føroyskum fótbólti, har hon heldur við B36.
Lissi er fyrsta kvinnan, sum svarar spurningum í greinarøðini “Eg og mitt HM”, men hon verður ikki tann seinasta.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Fótbóltur er tað nærmasta eg komi til at hyggja eftir einum filmi. Eg fari at fylgja við alt tað eg havi stundir til. Heima hjá okkum eru øll fótbóltsáhugaði, so tað verður nógv fótbóltsprát og annað.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Italia er og verður mítt lið! Eg havi sum smágenta saman við pápa mínum hugt eftir fótbólti, og sjálvandihaldi eg við sama sum babba – Italia!
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Gleði og góðan fótbólt. Allan spenningin og dramatikkin, umframt at tað er hugnaligt at hyggja eftir fótbólti.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Tað er “Guðs hond” hjá Diego Maradona í HM endaspælinum 1986, tá Aargentina vann 2-0 á Onglandi.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- Tað má verða HM í Italia 1990, tá Týskland við Lothar Matthaus á odda vunnu á Argentina í finaluni. Eisini 2006, tá Zinedine Zidane stútar Marco Materazzi.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Mítt hjarta er hjá Italia og Brasil er á heimavølli og eru teir væl fyri, men eg sigi Argentina.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Tað er torført at velja millum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Eg sigi Lionel Messi.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen