Meðan sólin reis í eystri vakra mikumorgunin slóknaði Lissan.
Í ellini fækkast náttúrliga í vina skara, tó nú eisini Lissan bert 65 ára gomul fórst so skjótt av óvæntaðari og sera agressivari sjúku, kennist tað vera óvboðið, og sorgin og saknurin er stórur.
Tað eru annars bert fá ár, síðani hon misti mannin, eisini av brákomnari, óbøtandi sjúku.
Mikkjal, bróðir fylti nógv í hennara og teirra lívi, so eyðvitað var tómrúmið eftir hann stórt, men lukkutíð fann Lissan rímuliga skjótt aftur fótafestið í gerandisdegnum. Hon røkti sítt arbeiði og hugnaði um heima. Altíð var tað ein fragd at støkka inn á gólvið í hennara deiliga heimi og reiðri í Geilini í Klaksvík.
Nokk so skjótt rann eisini saman millum hana og tann stillføra hampamannin, Magnus Kjelnes í Víkunum.
Vit vóru mong, sum fegnaðust um hetta vinarlag og varnaðust Lissuna blomstra aftur.
Tó skjótt er Harranum um og um ársskiftið gjørdist Lissan óvæntað illa og deyðiliga sjúk og fór nú eftir lutfalsliga stutta tíð foldum frá.
Sjúkralegan var tung fyri hana og tyngjandi fyri næstu avvarandi, Jóhonnu og sonin Ása og teirra, sum so fyrimyndarliga og trúliga vóru um mammu sína undir strongu sjúkraleguni.
Lissan var einkardóttir teirra Oluf Olsen (seinri Færø) á Toftum og Elsu av Lakjufólkunum í Fuglafirði. Beiggjarnir vóru Poul, Oddmar og Eyðfinn, sum eins og Lissan øll funnu sær hjúnafelagar í Klaksvík.
Lissan giftist við Mikkjali, yngsta bróðuri mínum, og búðu tey fyrstu árini í okkara gamla barndómsheimi úti í sjónum á Biskupstøð, men bygdu síðani uppi í Geilini saman eitt væla heim, har hugni og gestabíðni altíð var í hásæti.
Tey fingu børnini Jóhonnu og Ása og vóru síðani so púra býtt í sínum barnabørnum í bæði borð.
Mikkjal sigldi, meðan Lissan heima vardi borg og arbeiddi úti í heilsølu, handli og øðrum fyritøkum fram til, at hon í síni stóru umsorgartrongd fyri sínum meðmenniskjum fann upp á at fara at arbeiða sum heimahjálp, síðani víðari á heilsuhjálparaskúla í Suðuroy og starvaðist síðani sum slík á ellissambýli í heimbýnum.
Eingin ivi um, at Lissan í lívi sínum hevði eina stóra tráan eftir at dugna øðrum menniskjum og ikki minst sínum næstu, og síðani ommubørnini løgdust til var einki mark fyri, hvussu glaðbeint hon traðkaði til, tá og um boð vóru eftir henni at dugna í Havn ella á Strondum.
Hjá mær og mínum var Lissan og hennara fjálga heim heilt einfalt BASAN og eitt must á vitjan á heimaleiðum. Blíðskapur og hjartalag var altíð í hásæti, eins og hon var so sera gávumild.
Mikkjal var inniløgumaður, og einaferð gav hon mær tvær ræstar greipur sum tær allarseinastu eftir Mikkjal, bróður. Tað var rørandi.
Hóast ymisk í áskoðanum og lyndi høvdu vit bæði allar okkara dagar gott samskifti, kemiin og fortróligheitin okkara millum passaði onkusvegna bara so væl. Vit svingaðu væl saman , og ofta var meinaleyst spei og svalandi látur á skránni. Treytaleyst vinarlag vísti seg at tola alt.
Tað kendist sjáldan tyngjandi fyri sinnið at vitja ella vera gestur hjá Lissuni. Tað var mangan stuttligt umframt sjálvsagt gott fyri mettuna, tí blíð var hon.
Nú kennist tómligt í vinahøpi , og verður hon av okkum sárliga saknað.
Hvíl í friði, góða Lissan, og í lívinum takk fyri alt.
Eyðun Joensen
(tín yndis-) svágur og Karin í Havn