Hon hevur í meiri enn eina hálva øld búð í Runavík, har hon er partur av býarmyndini, og har hon hevur verið eygnavitni til stóru menningina, sum hevur verið í hesum økinum hetta skeiðið.
Liss er ættað av Toftum. Hon er yngst av teimum seks børnunum hjá Sannu og Andreasi Hansen í Túni. Eftir á lívi eru Karolina Petersen og Liss.
Liss giftist í 1951 við Rósing, sum er ættaður úr Søldarfirði. Tey búsettust við Løkin í Runavík, og tey fingu seks børn: Anna (1953), Bogi (1958), Beinta (1960), Ingun (1962), Rógvi (1963) og Gudny (1967). Anna býr í Keypmannahavn, Bogi, Ingun, Rógvi og Gudny í Runavík og Beinta í Havnini. Ommubørnini eru tjúgu og langommubørnini fýra.
Rósing hevði í nógv ár stóra fyritøku, sum seldi bilar og hevði bilverkstað. Heimið var har teir nú byggja áskoðaraskýli við fótbóltsvøllin. Familjurnar eru stórar, og tað er vinarskarðin eisini. Nógv fólk vitjaði á gátt, og Liss var húsbestýrarinda og tók væl ímóti føroyingum og útlendingum og ungum og meiri tilkomnum.
Fyri einum seytjan árum síðani vórðu húsini seld kommununi, sum hevði brúk fyri økinum. Liss og Rósing bygdu nýggj hús omanfyri Ellisheimið, og har búgva tey framvegis. Yngsti sonurin eigur nú húsini, og tey bæði hava íbúð í kjallaranum.
Liss hevur altíð verið sera fyrikomandi og løtt í sinninum. Hon hevur verið áhugað í øllum tí, sum hevur gingið fyri seg rundanum hana, og tað er hon framvegis. Eingin dugir betur at siga frá og fáa tey, sum lurta, at liva seg inn í hendingarnar, sum sagt verður frá, enn Liss ger tað.
Hóast hon nú hevur rokkið 75, so er Liss framvegis virkin. Tað kemur meiri enn so fyri, at hon veitir eina hjálpandi hond í Zarepta, og tað er ikki so langt síðani, at hon var í Íslandi og hjálpti til í barnalegunum í Ástjørn.
Liss og Rósing hava verið drúgv og trúgv í Berøa í Saltangará. Tey seinnu árini hevur hjálpararbeiðið í Rumenia verið serlig hjartasøk hjá teimum báðum. Nú munnu tað vera ein 13 ár síðani, at Rósing fyrstu ferð fór eystureftir í hjálparveitingarørindum. Síðani tá hevur hon saman við øðrum verið óteljandi ferðir í Rumenia, og Liss hevur ofta verið saman við honum.
Teinurin aftur og fram er hvørja ferðina 6-7 túsund kilometrar, men tað er ikki nakar trupulleiki. Ferðirnar tykjast at vera balsam fyri bæði likam og sál hjá teimum báðum, og felagsskapurin millum tey, sum luttaka á hesum ferðunum, er ógvuliga góður. Tey hava hitt eina rúgvu av fólki eystanfyri, og vinaskarðin er nógv øktur.
Føðingardagin er Liss burturstødd.