Lise Lyck: - Vánaligt samskifti

Danski búskaparfrøðingurin Lise Lyck sigur við Sosialin, at hon heldur gongdina undir samráðingunum fríggjadagin vera tekin um vánaligt samskifti millum landsstýrið og stjórnina, og hon heldur eisini, at landsstýrið hevur verið ov vánaligt til at marknaðarføra sína »vøru«

Ein av donsku serfrøðingunum sum ongantíð hevur verið bangin at gera viðmerkingar til tað, sum fer fram í Føroyum í løtuni er Lise Lyck. Hon hevur arbeitt nokkso nógv við Føroyum seinastu árini, og tað seinasta hon hevur gjørt er ein kanning fyri Ferðaráðið.

Sosialurin ringdi til hennara og bað um hennara viðmerkingar til tað sum er hent í samráðingunum millum Føroyar og Danmark.

Hennara meting er, at talan er um vánaligt samskifti og vánaliga marknaðarføring.


Marknaðarføringin stóran týdning

Lise Lyck sigur, at marknaðarføringin av eini »vøru« hevur stóran týdning, og í hesum føri hevur landsstýrið ikki dugað nóg væl, at selja sína vøru til danir.

? Tað er stórur munur á hugburðinum hjá føroyskum og donskum politikarum og tí hevur tað stóran týdning, at uppskotið hjá føroyingum verður lagt ordiliga fram, sigur hon.

Men er tað ikki ov einfalt, at siga at tað er vánaligt samskifti og vánalig marknaðarføring?

? Kanska tað, men so mikið størri týdning hevur tað, at kunningin og marknaðarføringin av uppskotinum hjá føroyingum verður gjørd rætt, sigur Lise Lyck.

Hon heldur tað vera eina sera keðiliga og óhepna støðu, sum føroyingar eru komnir í, tí teir hava gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði.


Illa viðfarnir

Annars heldur Lise Lyck sera lítið um viðferðina, sum føroyingar fingu í donsku fjølmiðlunum í sambandi við fundin.

? Tað hoyrir ongastaðni heima, at gera slíkar útrokningar, sum Fíggjarmálaráðið hava gjørt, tí tað sum tað snýr seg um er framtíðin hjá føroyingum. Hon hevur stóran týdning fyri føroyingar, men tað er bara ikki soleiðis tað er lagt fram í Danmark.

Háost danskir miðlar, sum oftast hava víst Føroyum áhuga, tá gølurnar hava verið uppi, so heldur Lise Lyck, at henda mynd er við at broytast.

? Serliga TV2 hevur víst seriøs brot úr Føroyum og har eru føroyingar ikki gjørdir fyri skommum. Tað var ørðsívi fyrr, og ein partur av tí myndini liggur nokk eftir enn.

Og tí heldur Lise Lyck, at marknaðarføringin av fullveldismálinum hveur so sera stóran týdning.


Sosiala trygdin

? Til dømis er komið fram, at føroyingar vilja varðveita sama vælferðarstøði, sum áður, men í Danmark er hetta lagt út sum, at tit bara vilja hava meira pening úr Danmark. Og tað kann fella beint aftur á tað, sum vit tosaðu um marknaðarføringina, sigur Lise Lyck.

Lise Lyck leggur afturat, at tað, tá tað er komin knútur í, altíð er torført at koma afturumaftur, tí tá hava partarnir læst seg fæstar.

? Hesum kundu partarnir verið slopnir undan. Men tað krevur eina málrættaða marknaðarføring av teimum málum ein hevur og tað kann vera líkamikið, um talan er um eina fyritøku ella um politikk.

? Tað skal vera samanhangur millum »form og indhold«, sum hon tekur til, og tí er frágreiðingin hjá Lise Lyck, at føroyingar nú skulu leggja doyðin á, at marknaðarføra ætlanina soleiðis, at málið ikki verður misskilt.

? Tað hevði verið synd, sigur hon.