Lisbeth Petersen er ikki stolt

Hóast Lisbeth Petersen ikki er stolt av tí, sum hendi í Løgtinginum beint fyri jól, ætlar ikki at renna undan ábyrgdini. Men eisini hon følir á sær, at Anfinn Kallsberg lumpaði hana og tað er ein óbehagilig kensla, sigur hon


- Eg føli tað soleiðis, at Anfinn Kallsberg hevur lumpað meg. Og eg má viðganga, at tað er ein óbehagilig kensla.
Tað sigur Lisbeth Petersen, løgtingskvinna fyri sambandsflokkin og limur í Fíggjarnevndini.
Hon sigur, at tað var ikki ætlanin, at tað skuldi standa í  tilmælinum frá fíggjarnevndini til Løgtingið, at Landskassin skuldi yvirtaka raksturin av undirsjóvartunlunum, soleiðis sum vit hava umrøtt í fleiri greinum í Sosialinum um dagarnar.
Hon sigur sostatt, at hóast hon er limur í fíggjarnevndini, visti hon ikki av, at hetta kom við í tilmælið frá nevndini til Løgtingið, fyrrenn hon sá tað á prenti.
 - Men fyri at verða trúgv ímóti samgonguni, atkvøddi eg fyri, hóast hon ikki heldur, at hon hevur svølgt størri kameli í øllum sínum politiska lívi.
 
Ikki stolt
Lisbeth Petersen viðgongur eisini, at hon er ikki stolt av tí, sum hendi. Men hon rennur heldur ikki undan ábyrgdini.
Lisbeth Petersen viðgongur, at tað varð tosað um hetta í fíggjarnevndini, at landið skuldi yvirtaka raksturin av undirsjóvartunlunum.
Men tað, sum lá í kortunum, var, at hetta skuldi ikki koma við í fíggjarlógina nú, men at tað skuldi bíða eftir heildarloysnini, sum samgongan arbeiðir við.
- Hetta var okkara sjónarmið, tí vit vistu, at suðuroyartingmenn og aðrir, fóru ikki at góðtaka hetta, uttan at teir eisini fingu nakað.
Hon sigur, at kortini setti Anfinn Kallsberg hetta í tilmælið frá fíggjarnevndini og  endin varð eisini, at fíggjarlógin varð munandi dýrari.
- Tá ið vit spurdu Anfinn Kallsberg, hví hann hevði sett hetta í tilmælið frá fíggjarnevndini,
svaraði hann, at hetta var fyri at leggja upp til kjak.
- Men kjakið kom ongantíð og áðrenn vit vistu av, var tað enda í Løgtinginum, sigur fíggjarnevndarlimurin hjá Sambandsflokkinum.
- Vit fingu ongantíð eitt kjak um hetta og tí væntaði eg, at tað varð tikið av.
Hon heldur eisini lítið um, at Løgmaður skal hava ávarað fíggjarnevndina, sum hann segði við Sosialin beint fyri nýggjár.
- Hann ávaraði ikki meiri enn vit onnur høvdu gjørt og at siga, at vit vóru hvørki til at høgga ella stinga í, er ósatt, tí hann kendi í hvussu so er mína støðu.
 
Skuldi sligið nevan í borðið
Lisbeth Petersen sigur, at  Løgmaður skuldi heldur  sligið nevan í borðið og gjørt greitt, at hetta gongur ikki.
Hon dugir at síggja, at nú er skriðan lopin og at vit eru farin út eftir eini glíðibreyt, sum kann koma at raka okkum hart.
- Anfinn Kallsberg hevur ongantíð dult at hann vil hava at tað skal verða ókeypis at ferðast í Føroyum. Eg stúri fyri, at hetta var fyrsta stigið á tí leiðini. Men onkustaðni skulu pengarnir koma frá og eg stúri fyri, at tað verða tey bleytu virðini, sum fara at bløða fyri hetta. Eg stúri fyri, at tað vera heilsuverkið og almannaverkið, sum koma at betala prísin. Hin møguleikin er at hækka skattin, men tað vil Fólkaflokkurin heldur ikki.
- Men tá spæli eg ikki við longur, slær Lisbeth Petersen fast.
Umframt at hon følir seg lumpaða, er hetta ein orsøk til, at hon var so hart ímóti, at hetta kom upp á fíggjarlógina nú.
Hin fíggjarnevndarlimurin hjá sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen sigur stutt og greitt, at hann hevur skrivað undir tilmælið til Løgtingi og tí er tað hevur ongin annar ábyrgdina av, uttan hann sjálvur. Tí fer hann ikki at siga, at hann følir seg lumpaðan.
Les eisini fleiri aðrar greinar um sama evni í internetsosialinum í dag.