Lisbeth Petersen 70 ár

Fríggjadagin 27. februar verður móttøka á Dimmalætting í sambandi við at Lisbeth L. Petersen fyllir 70 ár leygardagin 28. februar.

Lisbeth er fyrrverandi býar- og landspolitikari og fólkatingslimur. Hon er fødd og uppvaksin í Havn. Realprógv tók hon í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í 1958.

Hon hevur annars arbeitt sum projektskrivari á Føroya Fornminnissavni.


Lisbeth kom fyrstu ferð á ting í 1990 og var formaður í tingbólki Sambandsfloksins frá 2001-2004. Eftir valið 20. januar 2004 bleiv hon limur í fíggjarnevndini og trivnaðarnevndini.


Lisbeth var starvsstjórnarlimur í Sambandsflokkinum frá 1980-90 og floksskrivari frá 1982-87, nevndarlimur í "Føroya Væl" - valfelag Sambandsfloksins – frá 1989-2000, og sum formaður frá 1997-99.


Hon var varalimur á Fólkatingi frá á heysti 1988, til hon bleiv vald í Fólkatingi í 2001. Hon bleiv kosin Riddari av Dannebrog í 1995.


Hon sat í Tórshavnar Býráð frá 1984- 2000 og sum býráðsformaður frá 1992-96. Eisini var hon næstformaður í Kvinnufelagssamskipan Føroya frá 1982-86.


Foreldrini hjá Lisbeth vóru Rachel, f. Fonsdal, ættað úr Vestmanna, og Georg Lindenskov Samuelsen, ættaður úr Fuglafirði.


Lisbeth var gift við Jákup Petersen, maskinmeistara, sum andaðist í 2001, 74 ára gamal. Jákup var sonur Elsu og Jóannes Petersen av Signabø. Børnini hjá teimum eru: Elsa, f. 1961, og Georg, f. 1967. Ommubørnini hjá Lisbeth eru fimm í tali.


Móttøkan á Dimmalætting verður fríggjadagin frá kl. 15-17.