Lisbeth Palme: -Heldur politikkin enn drápið

Lisbeth Palme, einkjan eftir svenska forsætisráðharan Olof Palme, sum varð myrdur tann 28. februar í 1986, heldur, at ov nógv verður gjørt burtur úr drápinum við tí úrsliti, at tey politisku avrikini hjá manni hennara verða gloymd.

Tað sigur hon í samrøðu við svenska útvarpið í sambandi við, at í dag eru 25 ár eru síðani drápið í Stockholm.

Sjálv er Lisbeth Palme ikki í iva um, at tað var Christer Pettersson, sum skjeyt Olof Palme. Christer Pettersson bleiv dømdur fyri morðið, men varð seinni fríkendur, og enn tann dag í dag dugir svenska løgreglan ikki at siga, hvør myrdi Palme. Av tí sama er kjakið um morðið ongantíð tagnað, og tað ger, at tey politisku avrikini hjá Palme verða skúgvað til viks, heldur Lisbeth Palme.

-Tað snýr seg eitt nú um arbeiði hansara fyri, at øll børn skulu hava sama rætt til útbúgving. Tað er kanska ikki av tilvild, at einki samfelag hevur so opna útbúgvingarskipan sum Svøríki. Tað er jú ein spurningur um demokrati, sigur Lisbeth Palme.

Hon vísir eisini á, at maður hennara hevði greiða støðu, tá tað snúði seg um at geva teimum seinastu hjálondunum í Afrika sjálvræði, og at somuleiðis hevði sína greiðu hugsan um trupulleikarnar í Vietnam, Latínamerika og India.