Nógvir felagsskapir eru í umfatandi ST-arbeiðnum og nógvir fundir at fara til alla tíðina. Har verður granskað og lagt fram, viðgjørt og gjørt av. Ætlanir gjørdar og settar í verk um øll týðandi evni. Nógv fólk, nógvar eldsálir, nógv pappír og sjálvsagt eisini nógvir pengar.
Í kjallaranum á gomlu ST-høvuðsborgini var Lisbeth t.d. á fundi, har Richard Butler greiddi frá um trupulleikarnar í Írak. Eina staðni hitti hon sjálvan Koffi Annan, eina aðrastaðni Michael Douglas, ein av teimum kendu, sum lata ST sín persón til at marknaðarføra einhvørja góða sak.
Men hon vitjaði eisini m.a. Mdm. Bellami hjá UNICEF og Nafis Sadik, eina indiska kvinnu hjá UNFPA stovninum, sum arbeiðir við heilsumálum við tí stavnhaldi at stilla fólkatalið í heiminum. Allastaðni og í øllum samanhangi vóru kvinnumálini sjónlig og í hásæti, og slíkt er jú næstan sum at vera á eini aðrari planet.
Altso føstulávints mánakvøld í Mettustovu.