– Eg eri ónøgd við politikkin hjá landsstýrinum, ónøgd við, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir Sambandsflokkinum og ónøgd við, at ein persónur, sum hevur snýtt í tolli kann sita sum landsstýrismaður.
Tað segði Lisbeth L. Petersen við útvarpið klokkan 10. Hon hevur tikið avleiðingarnar av síni ónøgd og hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum.
Við útvarpið segði hon, at hon framvegis kennir seg sum sambandsfólk, men at hon ikki følir, at Sambandsflokkurin rekur sambandspolitikk. Hon er ónøgd við sosiala politikkin hjá flokkinum og í heila tikið við, at tað er Fólkaflokkurin sum stýrir.
– Eg eri sambandsfólk og ikki fólkafloksfólk, segði hon.
Lisbeth L. Petersen er ikki hvør sum helst í Sambandsflokkinum. Hon hevur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð í 16 ár frá 1984 til 2000. Hon var borgarstjóri frá 1993-1997. Hon hevur sitið á tingið fyri Sambandsflokkin frá 1990 til 2008.
Lisbeth L. Petersen er abbadóttir fyrsta formann Sambandsfloksins, Andras Samuelsen, sum var til til at stovna flokkin í 1906 og sum var Føroya fyrsti løgmaður frá 1948-1950.
Eftir løgtingsvalið í 1994 stóð tað henni í boðið at gerast Føroya løgmaður, men hon bar seg undan. Hon var tá borgarstjóri í Havn.
Spurd hvat kann fáa hana at melda seg innaftur í Sambandsflokkin segði hon, at hon ikki verður limur í flokkinum aftur. Heldur ikki, um flokkurin fær nýggjan formann.
Sí annars myndatema HER, har partar av politiska lívinum hjá Lisbeth verða lýstir.