Lisbeth meldað seg úr Sambandsflokkinum

– Eg eri ónøgd við politikkin hjá landsstýrinum, ónøgd við, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir Sambandsflokkinum og ónøgd við, at ein persónur, sum hevur snýtt í tolli kann sita sum landsstýrismaður.

Tað sigur Lisbeth L. Pet­­er­­s­en. Hon hevur tikið av­leið­ing­arnar av síni ónøgd og hev­ur meldað seg úr Sam­bands­flokkinum.
Við útvarpið segði hon, at hon framvegis kennir seg sum sambandsfólk, men at hon ikki følir, at Sam­bands­flokkurin rekur sam­bands­politikk. Hon er ónøgd við sosiala politikkin hjá flokk­i­num og í heila tikið við, at tað er Fólkaflokkurin sum stýr­ir.
– Eg eri sambandsfólk og ikki fólkafloksfólk, segði hon.
Lisbeth L. Petersen er ikki hvør sum helst í Sam­bands­flokk­i­num. Hon hevur um­boðað Sam­bands­flokkin í Tórs­havnar býráð í 16 ár frá 1984 til 2000. Hon var borg­ar­stjóri í Havn frá 1993-1997. Hon hevur sitið á tingið fyri Sam­bands­flokkin frá 1990 til 2008 og á Fólk­a­tingi frá 2001 til 2005.
Lisbeth L. Petersen er abb­a­dóttir fyrsta formann Sam­bands­floksins, Andras Sam­u­els­en, sum var til til at stovna flokkin í 1906, og sum var Føroya fyrsti løgmaður frá 1948-1950.
Eftir løgtingsvalið í 1994 stóð tað Liebeth L. Pet­er­sen í boði at gerast Føroya løg­maður, men hon bar seg undan. Hon var tá borg­ar­stjóri í Havn.
Spurd hvat kann fáa hana at melda seg innaftur í Sam­band­s­flokkin segði hon, at hon ikki verður limur í flokk­i­num aftur. Heldur ikki, um flokkurin fær nýggjan fo­r­mann.