?Vit fara at tosa við løgmann og vita, hvat hann hevur at siga, sigur Lisbeth L. Petersen.
Lisbeth L. Petersen og Sambandsflokkurin eru eisini kallaði inn til fund við løgmann, og forkvinna í Sambandsflokkuri, sum gjørdist stóri sigursharrin á valinum týsdagin, sigur, at hon hevur góðar vónir.
?Valskráin hjá okkum er framvegis óbroytt, sigur Lisbeth L. Petersen.
-?Eg haldi, at fólkið talaði greitt á valinum, sigur Lisbeth.
Hon sigur, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, nú eigur initiativið, og hetta virðar hon.
?Tað er so upp til hann at gera, sum hann vil, men eg haldi, at fólkið talaði greitt, hvønn tey ynskja at vera við í samgonguni, sigur Lisbeth.
Hon ásannar, at tað er Javnaðarflokkurin, sum liggur nær at Sambandsflokkinum, og tað hinvegin er Tjóðveldisflokkurin, sum liggur longst vekk. Hon avvísir einki og vísir á, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava samstarvað væl áður.
Sambandsflokkurin hevur eisini havt fund innanhýsis í tingbólkinum, sum jú inniheldur fleiri nýggj nøvn.