Lisbeth L. Petersen 65 ár

Í dag, leygardagin 28. februar, fyllir Lisbeth L. Petersen í Havn 65 ár.

Lisbeth er fødd og uppvaksin í Havn. Foreldrini vóru Rachel, f. Fonsdal, ættað úr Vestmanna, og Georg Lindenskov Samuelsen, ættaður úr Fuglafirði.

Hon tók realprógv í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í 1958.

Hon hevur arbeitt sum projektskrivari á Føroya Fornminnissavni.

Hon hevur sitið á Løgtingi síðan 1990 og var formaður í tingbólki Sambandsfloksins frá 2001-2004. Eftir valið 20. januar 2004 bleiv hon limur í fíggjarnevndini og trivnaðarnevndini.

Lisbeth var starvsstjórnarlimur í Sambandsflokkinum frá 1980-90 og floksskrivari frá 1982-87, nevndarlimur í "Føroya Væl" - valfelag Sambandsfloksins ? frá 1989-2000, og sum formaður frá 1997-99.

Hon var varalimur á Fólkatingi frá á heysti 1988, til hon bleiv vald í Fólkatingi í 2001. Hon bleiv kosin Riddari av Dannebrog í 1995.

Hon sat í Tórshavnar Býráð frá 1984- 2000 og sum býráðsformaður frá 1992-96.

Eisini var hon næstformaður í Kvinnufelagssamskipan Føroya frá 1982-86.

Lisbeth var gift við Jákup Petersen, maskinmeistara, sum andaðist í 2001, 74 ára gamal. Jákup var sonur Elsu og Jóannes Petersen av Signabø.

Børnini hjá teimum eru: Elsa, f. 1961, og Georg, f. 1967, ommubørnini hjá Lisbeth eru fimm í tali.