Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, er sera misnøgd við, at íslendingar hava lutað sær sjálvum góð 123.000 tons av makreli í ár.
-Tá minst tíggju lond fiska burtur av maskrelstovninum, kann Ísland ikki luta sær sjálvum 23 prosent av heildarveiðini. Tað er ikki burðardyggur fiskiskapur, sigur Lisbeth Berg-Hansen (myndin) og leggur afturat, at kvotan, sum íslendingar hava fingið sær, er nógv størri enn tað, sum teir hava kravt við samráðingarborðið.
Norski fiskimálaráðharrin vísir á, at fiskifrøðingarnir hava mælt til minni makrelveiði. Tí hava ES og Noreg skert sínar kvotur 89.000 tons, meðan Ísland bara skarvar 25.000 tons av sínari kvotu. Hon mælir at enda Íslandi til at koma til samráðingarborðið við einum uppleggi, sum tekur støði í, at makrelurin ferðast inn í íslendskan sjógv.










