Eirikur Lindenskov
Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn og býráðslimur síðani 1984 stillar ikki uppaftur til býráðsvalið í desember komandi ár.
? Hetta gjørdi eg av, longu tá vit fóru undir hetta valskeiðið, sigur Lisbeth Petersen, sum ikki dylur, at tað at hon hevur sitið í andstøðu hetta skeiðið eisini hevur elvt til, at hon tók hesa avgerð.
Hon heldur, at tá tú hevur sitið í býráðnum í 16 ár, so er tíð upp á at lata onnur sleppa framat. Lisbeth Petersen situr eisini í løgtinginum, og hon sigur, at hon raðfestir tað arbeiðið hægri.
? Tað ber illa til at sita bæði á tingi og í býráði. Tí havi eg í fleiri umførum havt farloyvi frá býráðnum fyri at røkja løgtingsstarvið.
Lisbeth Petersen er m. a. limur í fíggjarnevnd løgtingsins, og hon sigur, at hetta fer við nógvari tíð.
? Men hevði eg framvegis havt sitið sum borgarstjóri hetta valskeiðið, so hevði eg raðfest býráðsarbeiðið fram um løgtingsarbeiðið, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon leggur afturat, at tað hevur verið eitt sera spennandi og avbjóðandi starv at standa fyri býráðsumsitingi í ringastu tíðini. Hon heldur, at arbeiðið hepnaðist væl, tí tey fingu stabiliserað viðurskifti aftur í býnum.
Lisbeth L. Petersen varð fyrst vald í býráðið í 1996 við góðum 1.000 atkvøðum. Hon fekk nógv flestar atkvøður og togaði minst tveir av hinum fýra býráðslimum Sambandsfloksins við sær í býráðið.