Samuelsen’arnir hava stýrt Dimmalætting síðani 1936. Drúgvastur var Georg Lindenskov Samuelsen, sum var blaðstjóri frá 1936 til 1981. Fríggjadagin legði Hjalgrim Samuelsen frá sær sum stjóri, meðan Jónsvein Simonsen tók við sum stjóri frá 1. mars at rokna. Fyri einum ári síðani legði Ingi Samuelsen frá sær sum blaðstjóri, og Árni Gregersen tók við sum stjóri. Nú Hjalgrim Samuelsen er farin, er eingin av Samuelsen’unum í dagligu leiðslu á Føroya elsta blað – og hetta er fyrstu ferð síðani 1936.
Tað eru annars eftirkomararnir hjá Andrass Samuelsen, sum eru høvuðspartaeigarar í P/F Dimmalætting. Partafelagið Dimmalætting hevur júst havt aðalfund, har nevndin varð afturvald. Í nevndini sita Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuelsen, Benny L. Samuelsen og Alfred Petersen. Benny L. Sameulsen, sum hevur verið stjóri síðstu mongu árini, legði frá sær sum formaður, og nýggj forkvinna er Lisbeth L. Petersen – so hóast Samuelsen’arnir eru farnir úr dagligu leiðsluni, so hava tey kortini valdið á partapeninginum – og á nevndini.
Á samkomuni á Dimmalætting fríggjadagin takkaði Hjalgrim Samuelsen fyri seg. Hann vísti á øll tey tøkniligu framstig, sum eru hend, tey átta árini, hann hevur stýrt Dimmalætting. Og tey eru ikki so fá: Hann nevndi prentsmiðjuna, sum er nógv útbygd og løgd saman við prentsmiðjuni hjá Sosialinum til P/F Prentmiðstøðina, at framleiðslan er enn meira digitaliserað við at farið er frá filmi og plátugerð til tað sum eitur CTP, computer to plate. Tað merkir, at á prentsmiðjuni stendur eina maskina – eini yvirdrivin printari, kunnu vit siga – sum prentar pláturnar út til prentmaskinurnar. Prentmiðstøðin, sum Dimmalætting og Sosialurin stovanðu í 2000, er ein framkomin prentsmiðja, sum nøktar allan rotatións prenttørv í Føroyum.
- Dimmalættting er og hevur altíð verið nakað serligt fyri meg, tí eg eri føddur Dimmilingur, segði Hjalgrim Samuelsen, sum – í øllum førum fyribils – var tann ”síðsti” dimmilingurin í stjórnin á Dimmalætting.
Sambært roknskapinum eru tað Lisbeth L. Pdetersen, Beate L. Samuelsen og Peter F. Christiansen sum eru størstu partaeigarar í P/F Dimmalætting. Tey eru tey einastu, sum eiga yvir 5% í partapeningi í part.
Árni Gregersen er nú umframt at vera ábyrgdarblaðstjóri eisini forstjóri á P/F Dimmalætting. Jónsvein Simonsen er stjóri.