Jim Reeves, føddur í 1923, var sangstjørna í fimmtiárunum og til hann doyði í 1964. Eisini í Føroyum smeltaði hendan bleyta røddin vanliga føroyingin, og Reeves var her, eins og aðrastaðni, so sera høgt í metum.
Hann var av sonnum ein stjørna, men í 1964 doyði hann í flogvanlukku. Hetta hendi tann 31. juli í 1964. Jim Reeves hevur tó verið nógv spældur í Føroyum fram til okkara dagar-
50 ár eru farin síðani flogvanlukkuna.
Í hesum sambandi fer ein av royndastu og best umtóktu sangarum í landinum at syngja Jim Reeves. Jens er kendur frá Sputnik í sjeyti- og áttatiárunum, og seinni sum einstaklingur við mongum útgávum á baki.
Tann 1. november fer Jens Lisberg á pall í Løkshøll, har løg hjá Jim Reeves eru á skránni. Jens hevur góða manning við og tey verða heili 8 fólk á palli.
Jim Reeves var høgt elskaður í Føroyum, eins og aðrastaðni, og eg gleði meg sera nógv til hendan møguleikan at sleppa at syngja sangir, ið hendan stóra stjørnan hevur gjørt kendar við síni góðu, kendu og sermerktu rødd, sigur Jens Lisberg við in.fo.