Lisberg. munnharpa og pappkassar

Høgni Lisberg borgaði fyri góðari framførslu í Flagstjaldinum á Summarfestivalinum

Høgni Lisberg var partur av fríggjadagsskránni á Summarfestivalinum og hann spældi í Flagstjaldinum.
Saman við dugnaligu manning síni borgaði hann fyri góðari framførslu, sum í mestan mun hevði nýggjastu løg hansara at bjóða.
Just Digg er eitt lag sum situr sera væl og tá teir spældu lagið sum nummar tvey í konsertskránni, so tóktist tað, sum vóru teir upphitaðir og tað sama kann sigast um lurtarafjøldina, sum beinanvegin tók lag og bólk til sín.

Stuttligari
Høgni og manningin sá út til at hugna sær og tað ljóðaði eisini so.
Hóast Høgni er, ella var, partur av harkaliðnum, sum kom fram í eyðkenda tónleikaliðnum úr Gøtu á sinni, so hevrur hann ein nógv ljósari dám yvir sínum løgum. Og júst hetta gjørdi, at konsertin var løtt, góð og livlig. At hann hevði góða manning afturat sær gjørdi ikki verri.
Og ein skilir væl, at fólk bæði úti og heima hava tikið Høgna og tónleikin til sín. Høgni er trummuleikarin, ið trein framum múrin av trummum, tók guitaran, og gekk egnar leiðir. Og tað tykist, sum leiða tær gøtur, ið hann hevur valt, hann langt áleiðis á heldur vandamiklu ferðini á alheims tónleikapallinum.
Fleiri góð løg eru millum nýggju løgini hjá Høgna Lisberg og sera hugnaligt var tað, tá Høgni tók munnharpuna fram og Brandur kom fram um trummurnar og fór at leika á ein stóran pappkassa. Tá var talan um okkurt, ið er onkrastaðni millum country, bluesrock og bluegrass.
Fyri at nýta orðini hjá Høgna sjálvum, so gjørdist alt nógv stuttligari í hesi løtu.
Móti endanum kom eitt lag við heitari reaggae rútmum og orðleysum strofum, sum fólk kunnu læra upp á 10 sekund, um tey ikki kenna tað áðrenn.. Og við hesum megnaði Høgni at fáa fjøldina við og at fáa framførsluna at ríða á bylgjukambunum.