MENTANARSTRÍÐ
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Nú kallaði Ole Wich hatta eitt listaverk. Eg haldi meira hatta líkist einum makkverki.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hetta hevur einki við list at gera
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hatta er tann vánaligasti sangurin, sum nakrantíð er gjørdur (um sangin Muscleman-blað hjá 200)<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tá ið tú hugsar um listafólk, so hugsar man kanska vanliga um Ingálv av Reyni&
Hesar vóru nakrar av útsagnunum hjá løgtingsmanninum Bill Justinussen í kjakinum í SvF týskvøldið, og tær eru ikki farið aftur við borðinum í Listafólkasamandi Føroya, LISA.
Oddfríður M. Rasmussen, sum er nevndarlimur í LISA, sigur, at nevndin hevur tosað saman um hetta, og tí sigur hann seg tosa vegna LISA.
Hann leggur dent á at felagsskapurin er ímóti at leggja seg út kjak um átrúnaðarligar spurningar.
Hinvegin metir hann ikki hetta vera eitt kjak um religión, men eitt kjak um list, tí nevndin í LISA metir tað vera bæði óbehagiligt og beklagiligt, sum Oddfríður orðar seg, at ein politikari leggur seg út í kjakið um, hvat list er og ikki.
Oddfríður M. Rasmussen sigur, at Listafólkasamband Føroya, sum er eitt sokallað regnskjólssamtak, umfatar eini 2000 fólk, og tí er tað kanska onkur av limunum, sum ikki eru samdir við nevndina. Oddfríður leggur tó dent á, at nevndin er demokratiskt vald, og tí halda tey tað vera rætt at rópa varskó. Tey meta seg nevniliga hoyra ræðandi ekkó úr heimssøguni í orðingunum hjá tinglimi Miðfloksins.
Chaplin flýggjaði
- List skal flyta mørk. Tað er sæð so ofta fyrr í heimssøguni, at politikarar hava roynt at stýrt listini, sigur Oddfríður M. Rasmussen, og sipar m.a. til støðuna í USA í fimtiárunum, tá senatorurin Joseph McCarthy kom at leggja navn til ta sokallaðu McCartyismuna, sum var eitt politiskt átak, ið m.a. jagstraði listafólk og skuldsetti tey fyri kommunismu og at reka óamerikanskt virksemi. Ella við øðrum orðum landasvik.
Oddfríður M. Rasmussen nevnir millum onnur, filmsflogvitið Charlie Chaplin og høvundarnar Ginsberg og Bourroughs, ið vóru jagstrað av amerikonsku eftirlitismyndugleikunum, ið seinni løgdu navn til mccartyismuna. Ginsberg endaði í geglinum í tríggjar mánaðir fyri yrkingina How, og Burroughs flýggjaði til París, eftir at hann hevði útgivið bókina Naked Lunch, sum m.a. umrøður samkynd.
Merkið skal ímynda fjølbroytni
Spurdur, hvat hann heldur um royndirnar hjá Ole Wich at draga Merkið inn í síni verk, sigur Oddfríður M. Rasmussen, at tað er so ymiskt, hvat fløgg verða nýtt til.
- Amerikanarar brúka sítt flagg til bæði brósthaldarar og bikini. Tað føroyska flaggið eigur at rúma fjølbroytni í samfelagnum umframt minnilutabólkar og skrivi- og talufrælsi, sigur Oddfríður, sum ikki heldur nógv um, at Bill Justinussen hevur meldað Ole Wich og kallar hetta at skerja talufrælsið hjá einum listamanni.
- Hevði tað verið ein meinigur maður, sum segði hetta, so var støðan ein heilt onnur. Men tá ein politikari, sum myndar samfelagið, sigur slíkt, so eru vit noydd at tala at. Vit eru noydd at diskutera úttalilsini hjá Bill, tí uppgávan hjá politikarunum er at gera gerandisdagin hjá føroyingum so liviligan sum til ber, og ikki at definera listina, sigur nevndarlimurin í LISA, sum metir hetta at vera sera grunnskygt, nú vit skriva 2006.
- List snýr seg um at síggja samfelagið við nýggjum eygum, sigur Oddfríður M. Rasmussen, ið hevur hug at samanbera royndina hjá løgtingsmanninum at definera listina til bert at vera tílíkt, ið minnir um verkini hjá Ingálvi av Reyni, við at skapa eitt totalitert samfelag.
- Sambært sjónarmiðunum hjá LISA, snýr list seg um at úttrykkja seg undir egnari ábyrgd, og tað er altíð vert at taka hattin av fyri. Tað er tað, ið Oddfríður metir, at Ole Wich hevur gjørt.
Taka frástøðu
Í 1964 gjørdist ein annars púra ókendur goymslumaður úr Jútlandi, Peter Rindal, víðagitin, tá hann savnaði fleiri hundrað undirskriftir ímóti, at Statens Kunstfond skuldi stuðla listafólki, ið hann metti skapaðu verk, ið als ikki vóru neyðug, ella fjøldin als ikki skilti. Síðani hevur mótstøðan ímóti nýmótans og progressivari list ofta verið kallað rindalisma.
Spurdur, um meiningarnar hjá Bil Justinussen kunnu bólkast sum rindalisma, sigur nevndarlimurin í LISA, at vit í Føroyum so at siga ikki hava nakra traditión fyri beinleiðis politiskari list, men hann metir tað vera fjákut av politikarum at blanda seg upp í virksemið hjá listafólkum og at melda Ole Wich, tí list skal sum nevnt sambært Oddfríði flyta mørk.
Tí hevur nevndin í Listafólkasambandinum valt at taka frástøðu frá útsagnunum hjá Bill Justinussen í sjónvarpskjakinum týskvøldið.
Fakta um LISA
Listafólkasamband Føroya, LISA, er meginfelag hjá listafólkafeløgunum í Føroyum og varð stovnað í 1982.
LISA, fær stuðul frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til skrivaran, sum hevur dagliga virksemið um hond.
Limafeløgini eru hesi:
Felagið føroysk myndlistafólk,
Leikarafelag føroya,
Felagið føroysk tónaskøld,
Arkitektafelag Føroya,
Yrkisfotagrafar í Føroyum,
Føroya Blaðmannafelag,
Rithøvundafelag Føroya,
Kórsamband Føroya,
Føroya Tónleikarafelag
Føroya tónleikarafelag er meginfelag fyri hesar felagsskapir: Føroya undirhaldstónleikarafelag, Føroya fólkatónleikarafelag, Føroya jazztónleikarafelag og Yrkisfelag klassiska tónleikara.
Myndatekstur:
Listafólkasamband Føroya heldur tað vera vandamikið, at politkarar skulu seta mørk fyri listini.
- List snýr seg um at síggja samfelagið við nýggjum eygum, sigur Oddfríður M. Rasmussen, nevndarlimur í LISA
Mynd: Jens Kr. Vang