Sannir vinir kennast so væl, at teir vita, hvussu tú hugsar, hvønn smakk tú hevur og hvørjar kenslur tú hevur fyri ymiskum í lívinum. Tey skilja, hví tú ikki vilt koyra falmaðu pappblómuna av einum páskareggi vekk, tí hana fekst tú frá gubbanum, sum ikki er longur. Men tey vita eisini, at tú bara hevur hin hesliga vasan frá Fíumostir standandi, so hon ikki skal blíva kedd – og tí skal hann detta á gólv!
Við at mýkja, forklára, yvirtala og sannføra, kann ein vinkona ella vinmaður vera júst tað, sum tú hevur brúk fyri, tá tú hevur ilt við at skilja tey av við ting, sum í veruleikanum ikki siga tær nakað sum helst.
Órudd órógvar mentalt
Nær svevur tú best? Tá kamarið er fult at skitnum klæðum og støvi undir songini, ella tá songjarklæðini eru nýskift, gólvið er vaskað og rúmið luftað út? Tey allarflestu vildu sagt, at seinna kamarið er betri at sova og at hugna sær í.
Men hví er hetta so? Jú, tí órudd og skittur ávirka okkum negativt. Ikki bara ítøkiliga, men eisini mentalt.
Hetta er ikki bara galdandi fyri kamarið, men fyri øll rúm. Er skil á tingunum, fært tú eisini pláss og yvirskot til tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum. Tað verður enntá lættari at seta sær mál og at røkka teimum.
Hetta hava eysturlendingar vitað í túsund ár og undir heitinum Feng Shui. Men tær nýtist onki fancy heiti fyri at vita tað, tí tað er bara at føla eftir inni í hjartanum, tá tú fert inn í eitt kamar, har tú hevur mugað út og vaskað.
Fá pláss og yvirskot
Um vit skulu definera órudd, so er tað alt tað, sum tú ikki brúkar ella ikki ert glað fyri. Alt hetta skal burtur úr lívinum, so tú fært pláss og yvirskot til tað, sum hevur týdning – bæði so og so. Her er avbjóðingin at tora at koyra burtur og at sleppa tinginum.
Tingini sum tú ert glað fyri og framhaldandi vilt eiga, skulu hava sítt fasta pláss í heiminum, so tú ikki brúkar dýrabara lívið til at leita og leita, tí alt liggur og sløðist.
Ver realistisk
Ímynda tær at hava eitt skralltómt ovastaloft, sum ikki liggur sum eitt tungt ok á herðunum, tí tú í fleiri ár hevur vitað, at tað trongir til ein ordans umgang. Ella at pláss var fyri bilinum í garasjuni? Tá tú hevur sett tær fyri at koma niður á botn í óruddinum, mást tú seta tær eina realistiska tíðarætlan fyri, nær tú skalt vera liðug.
Summi øki í heiminum eru kanska so beykað til av húsaskorði, at tú langt síðan hevur mist yvirblikkið. Til dømi kjallarin, pultirúmið, ovastaloft ella fýrrúmið.
Her koma vinfólkini upp í leikin, tí tey hava ikki somu kenslur fyri tínum gamla skrambli sum tú. Hetta ger tey vælegnað at hjálpa tær at sleppa tingum, sum tú av onkrari løgnari orsøk neyðheldur um. Hví skalt tú goyma tann moyra og holuti gummibátin frá 1977, sum hevði havt tað nógv betri í ruskovninum enn í tínum hjalli?
Avtalu við onkran, sum tú tú hevur álit á um at hjálpa til, tá tú fert undir stóru uppruddingina heima við hús. So kanst tú lova, at tú kemur heim til viðkomandi at hjálpa til, tá tørvur er á tí.
--
Myndatekstir:
Lisa og Hanna eru systrar og næstan javngamlar. Tær hava børn og mann og hús og djór og bil og fulltíðarstørv og alt hattarhar, sum ger, at man viðhvørt hevur hug at renna skríggjandi vekk. Tær hava avtalað at hjálpa til við ruddingini heim hjá hvørji aðrari.
Lisa: Eg havi fleiri støð í húsinum, har ting liggja alt ov leingi, áðrenn tey verða koyrd burtur. Bæði í kjallaranum og á ovastalofti eru alt ov nógvir krókar, sum eita ”til viks”.
Hanna sigur: Eg eri so glað fyri, at maður mín einaferð segði, at hjá okkum skal onki upp á ovastaloft. So har er skralltómt.
Lisa sigur: Eg hugsi ofta, at kanska fái eg brúk fyri tí aftur. Men tað er so ræðuliga langt ímillum, at eg fái brúk fyri tí.
Hanna sigur: Garasjan er full og tað er irriterandi. Eg haldi, at eg dugi væl at koyra vekk, men tað skal líka standa í garasjuni í nakrar mánaðir, áðrenn eg finni útav, hvar tað so skal.
Lisa: Summi ting hava eina góða søgu, so tey skulu ikki vekk. Eg eigi ein gamlan leist hjá abbanum, sum var skómakari. Leisturin er ikki penur, men eg vil ikki av við hann.
Hanna: Men tað er munur á tingum við einari søgu og so tí, sum bara er skrambul, sum bara skal vekk ella víðari til onkran, sum hevur brúk fyri tí.
--
Góð ráð, tá tú ruddar:
Tak eitt øki í senn og rudda tað heilt liðugt. Um tú ikki hevur nógva tíð, er tað betri at rudda eina skuffu væl og virðiliga, enn at koma í helvt í klædnaskápinum.
Tak alt út úr staðnum, sum skal ruddast.
Sortera tingini í fýra ymskar kassar/sekkir:
Her: Tað sum skal vera eftir í rúminum
Burtur: Tað, sum tú ikki brúkar ella sum er brotið
Endurnýtsla: Klæðir og ting, sum onnur kunnu fáa gleði av, til dømis endurnýtsluhandil ella vinir og familju
Flyta: Tað, sum skal eitt annað stað í heiminum
Skapa pláss fyri tingunum, sum tú vilt hava inni.
Nógvar penar goymsluboksir og bedrollarar eru á marknaðinum.
Set spjaldur uttaná, so tú veitst, hvat er í.
--
Tú skalt víðari
Hugsa um, hvønn týdning og leiklut tingini hava fyri teg í lívinum beint nú. Klæðini í skápinum skulu avspegla teg, sum tú ert nú. Vel klæðir, sum tú kennir teg vakra og deiliga í, so tú trívist og verður glað. Gomul, slitin klæðir, sum tú ikki passar longur, umboða teg, sum tú vart einaferð. Men tú ert broytt og skalt víðari, og tí skulu gomul klæðir í skrellút!
--
Órudd er negativ energi!
--