Lisa Heinesen in memoriam

Minningarorð

Nú vóru dagar tínir taldir, og nógvir vóru teir í tali, nú tú legði frá tær, 95 ára gomul.

Heilt ert tú kortini ikki burturi, tí tey góðu minni fara altíð at vera eftir hjá okkum, sum kendu teg.

Hóast tú misti mannin fyri nøkrum árum síðani, sat tú ikki einsamøll eftir, men helt fram við at samla fólk rundan um teg í tínu fjálgu og hugnaligu stovu, har ein altíð fekk størsta blíðskap og besta selskap.

Tú fylgdi við í øllum rundan um teg, um tað so vóru samfelagslig ella menniskjanslig viðurskifti. Tað góða, gleddist tú um, annað harmaðist tú um, og summum gjørdi tú við gløggskygni gjøldur burturúr, og tókst við skemti okkum øll við í tín hjartaliga látur.

Røsk og sterk vart tú - eisini á ellisárum. Dreiv á við øllum húsligum arbeiði, um tað so kravdi nógva likamliga megi ? og tað var eitt vakurt heim, tú hevði sum rammu um ta list, ið tú við arbeiði stuðlaði og við alski hýsti øll árini.

Hugmyndin um teg hvørki ferst ella kámast, men fjálgar og luggar, hóast tú ert farin