Nógv fólk er komið saman á Gøtusandi at lurta eftir høvuðsnavninum hetta leygarkvøldið, neviliga Lisu Ekdahl. Her eru fólk í øllum aldursbólkum, frá heilt smáum í barnavognum til rættiliga gomul fólk, við stavi. Sandurin er fullur av fólki. Ímeðan vit bíða eftir, at svenska stjørnan skal vísa seg á pallinum, eru onkrir áhoyrarar, sum hita upp við at syngja svenskar pippi sangir.
Róp, floyt og klapp hoyrast, tá tónleikararnir koma út á pallin og byrja at spæla fyrsta lagið. Og so kemur hon rennandi, Lisa Ekdahl. Lítil og skroypilig, klædd í alternativt samansett second hand klæðir, frísut og í eini stórari húgvu, sum hon júst hevur keypt á G!. Róp, klapp og floyt tagna tó brátt, táið hon byrjar at syngja.
Við reinu, spinklu røddini og løgnu rørðslunum fangar hon fólki, sum alt fyri eitt kroystur seg eitt lítið vet nærri pallinum.
Hon syngur mest gomul, kend løg av fløgunum Lisa Ekdahl frá 1994, Med kroppen mot jorden frá 1996 og Bortom det blå frá 1997. Týðiliga hoyrist á áskoðarafjøldini, at serliga fyrsta fløgan, nevnd Lisa Ekdahl og fløgan Bortom det blå, týðum liggja í føroyskum fløguspælarum. Av og á síggja bæði Lisa og tónleikararnir út til at vera púra paff, av at vera komin til eitt so fjarskotið land, har fólk duga hennara svensku sangir.
Fleiri viðmerkingar hoyrast frá fólki, ið ikki enn hava ognað sær nakra av hennara fløgum, at tað verður tað fyrsta tey skulu gera mánamorgunin, táið fløguhandlarnir lata upp.
Lisa, Lisa, Lisa
Hon nýtir ikki nógva orku uppá at tosa ímillum sangirnar. So skjótt sum ein sangur er liðugur, byrjar tann næsti. Veðrið er fantastiska gott, og aldututlið á sandinum er ein góður stuðul til hennara stillu og kenslubornu sangir, har hon er einsamøll á pallinum við gittara sínum.
Fólk eru mestsum gandað. Sjálvt teir skrappu fýrarnir, sum áðrenn konsertina bara ætlaðu oman á sandin at drekka øl, hava áðrenn langt um líður fingið stjørnur í eyguni, og hóast teir aldri vildu trúð tí áðrenn konsertina, so vátta teir nú, at hesin tónleikurin faktiskt er góður. ? men kanska er tað bara tí hon er so pen, heldur ein teirra forsvarandi fyri.
Men hon hevur veruliga ein eginleika at rúnarbinda fólk við síni heilt sermerktu rødd.
Men áðrenn fólk vita av, sigur hon, at tey nú fara at spæla seinasta lagið. Enn hevur hon ikki sungið kendasta sangin Vem vet, og tað fer eitt skuffað suð ígjøgnum áhoyrarafjøldina, tá seinasti sangurin byrjar, og tey hoyra at hetta ikki er hann. Hon syngur liðugt, bukkar og fer av pallinum.
Men hetta vilja fólk á sandinum ikki lata sær lynda. Tey vilja hoyra meir. ? Lisa, Lisa, Lisa, rópar skjótt allur sandurin í felag.
Heri Jacobsen, frásøgumaður kemur út á pallin og spyr um vit vilja hava meir. Lisa, Lisa, Lisa, rópa fólk, nú enn harðari. Og so koma tey aftur inn á pallin. Lisa Ekdahl og tónleikarar hennara. Fyrstu og kendu tónarnir av sanginum Vem vet, skapa ein ovurhonds stóran jubel og táið Lisa skal byrja at syngja, stemma áskoðararnir í, so hon bakkar aftur frá mirkofonini. Áskoðararnir syngja fyrsta ørindi og niðurlagið, áðrenn hon byrjar at syngja. Tónleikarararnir hyggja uppá hvønn annan, og minna mest av øllum um spurnaðartekin. Hetta høvdu teir allarhelst ikki væntað. Hon syngur ein sang afturat og bukkar so einaferð afturat. Lógvabrestirnir vilja ongan enda taka, og tað endar við, at hon kemur fram á pallin at klappa fyri áskoðarunum. Síðani hvørvur hon.
Restina av kvøldinum er hon samrøðuevnið á G!. Øll hava fingið somu góðu uppliving, óansæð hvat tey hildu um svenska sangfuglin áðrenn hetta leygarkvøldið á Gøtusandi.