Talan gjørdist um eina framúr konsert í Norðurlandahúsinum Fólk sótu nærmast við andakt og lurtaðu, táið Lisa Ekdahl og bólkur hennara góvu eina sermerkta og inniliga konsert fyri einum fullsettum Norðurlandahúsi í gjárakvøldi.
Bólkurin var mannaður av teimum báðum snillingunum, Matthias Blomdahl og Tomas Hallonsten, sum spældu á so ymisk ljóðføri, sum t.d. guitar, bass, flygil, trompet, sittar, orgul, vibrafon, ymiskt slagverk, harmoniku og annað. Hetta gjørdu teir á ein minimalistiskan og undirspældan hátt, sum støðugt dróg áhoyraran nærri og nærri inn í eina tónlistarligan heim, sum snaraði kring krystalkláru røddina, einfaldu løgini og poetisku tekstirnar hjá Lisu.
Lisa hevði sett skránna saman soleiðis, at stemningurin bygdist upp allan vegin gjøgnum konsertina mótvegis klimaksinum til endans og úrslitið gjørdist ein serstøk og framúr góð konsert.
Í kvøld gongur leiðin hjá Lisu Ekdahl og tónleikarum hennara til nýggja Mentanarhúsið í Runavík, Løkshøll, har Lisa og bólkurin fara á pall kl 20.00.
Enn eru atgongumerki eftir, og hesi fáast við dyrnar frá klokkan 19.00 ella við at bíleggja á telefonnummar 288088.