Lisa Ekdahl er lend

Tá Lisa Ekdahl í annaðkvøld og í sunnukvøldið fer at framføra í Føroyum, verður tað við einari blandaðari samanseting av gomlum og nýggjum løgum. Lisa Ekdahl er komin til landið í øllum góðum, og nú fer hon at fyrireika seg til konsertirnar, sum vera í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, og í Løkshøll í Runavík sunnukvøldið. Bæði kvøldini klokkan 20.

 

Um nýggju fløguna hjá sær, ?Give me that slow knowing smile?, sigur hon at tað hevur gingið fínt við søluni.

 

- Tað, sum hevur verið eitt sindur nýtt fyri meg, er at hon er givin út í fleiri londum, sum eg ikki havi verið í fyrr, og tí havi eg ferðast nógv meira, enn eg eri von við, og tað hevur verið spennandi, sigur Lisa Ekdahl.

 

Seinast Lisa Ekdahl var í Føroyum, var á G!Festivalinum í 2004, og sjálv sigur hon at tað var fantastiskt. Hon gleðir seg eisini til at framføra aftur í Føroyum.

 

Tað úrvalið, sum føroyingar fáa í kvøld og í morgin, verður ein blandingur av tí meira nostalgiska úrvalinum og av teimum nýggju sangunum. Eisini sigur hon, at hon ikki troyttast av sanginum ?Hvem vet?.

 

- Tá eg spæli hann fyri publikum, so kennist tað altíð væl, tí tað eru so nógv fólk, sum hava eina relatión til handa sangin, og tað kennist sera virðismikið fyri meg, sigur Lisa Ekdahl.

 

Ein av fremstu føroysku tónleikarunum, Teitur Lassen, er ikki heilt fremmandur fyri Lisa Ekdahl. Eitt nú hevur hann hjálpt til við nýggjastu fløguni hjá henni.

 

- Hann kenni eg í øllum førum persónliga, og vit plaga at senda hvørjum øðrum løg og annað, og nú tá vit koma til Føroyar, hevur hann bjóðað okkum at búgva í húsunum hjá sær, sigur Lisa Ekdahl.