Lisa 20 ár: Hugnakvøld í Listaskálanum

Tíðindaskriv frá LISA

Í kvøld, fríggjakvøldið kl 19, verður tað næsta tvørlistarliga hugnakvøldið, í Listaskálanum, í samband við, at Listafólkasamband Føroya varð stovnað
Kristian Blak fer at spæla pumpuorgul, meðan Oddfríður M. Rasmussen lesur upp.
Síðani verður Videomyndarøðin, »Út í verð við Taxi«, eftir Inga Joensen, víst.
Andrias Reinert og Bo Isholm framføra tónleik úr nýggja filminum um Jens Paula Heinesen, ið Gulla Øregaard arbeiðir við.
Kvøldið endar við, at Unn Patursson-Band við tónleikarunum Rógva á Rógvu, Halli Johannesen og Búa Dam spæla. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar Listafólkasamband Føroya.