Starv? Sjálvstøðugur vinnurekandi/Venjari
Hvat er tað besta við starvinum? At kunna tillaga dagin, soleiðis ein ynskir, og so verða aktivur um kvøldið.
Hvat ger teg í góðum lag? At onnur hava tað gott og eru positiv, um at tað gongst væl hjá øðrum.
A ella B-menniskja? A-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Mær dámar best fótbóltin, veit ikki heilt hví, men havi spælt tað síðani eg var 5 ár, so nokk tí bleiv tað mín ítróttargrein. Mær dámar annars væl borðtennis, svimjing, flogbólt og hondbólt, ítróttargreinar, sum eg havi spælt, tá eg var yngri. Tað, sum er felags fyri allar hesar ítróttargreinar, er, at tað er sosialt, krevur nógv arbeiði og ein góðan hugburð, um ein ynskir at blíva góður til tað.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Tað er sindur ymiskt, men mær dámar stak væl føroyskan tónleik. Havi ikki nakran favorit tónleikara, sum eg eri bitin av, men mær dámar tað mesta. Heavy mental er nokk ikki tað, eg lurti eftir og heldur ikki ov nógv av Pop tónleiki, har flest tekstir eru lítið sigandi: baby, baby, love me, love me osv. ?
Hvussu eru tínir matvanar? Royna at eta sunnan og góða mat ígjøgnum vikuna, so vikuskiftið kann verða meira ”free choices” av mati ?.
Hvør er tín fyrimynd? Tey sum elska, liva og fylgja sínum dreymum.
Hvat gert tú í frítíðini? Náttúran og lesnaður er nakað, sum eg njóti í mínari frítíð.
Hvat fert tú at gera í summar? Daman og eg ætla at reisa runt í Føroyum (við tjaldi) og uppliva alt tað vakra, vit eiga. Vit fara nokk ein lítlan túr uttanlands eisini.
Hvør er tín lívrættur? Ræst kjøt, seyðarhøvd, flak og so steiktar lippur frá Svigerfar. Annars er alt føroyskt á míni favorit menu.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Hyggi ikki so nógv í TV, men mær dámar væl sendingar á National Geographic og annars dokumentarsendingar sum heild.
Hvør bók liggur á náttborðinum? Become a better you. (Joel Osteen)
Enda setningin ”Eg kundi hugsað mær”...
... at onnur høvdu tað líka gott sum eg.