Lionskappsigling verður á Skálafirði í morgin

Árliga kappsiglingin við 4- og 5-mannaførum, ið Lions Club, Eysturoy skipar fyri, verður á Skálafirði sunnudagin 23 august 2004 kl 15

Í ár er tað 35. ferðin, at siglt verður, og er stór broyting farin fram hesi árini. Hugskotið við siglingini hevði til endamáls at vekja áhugan hjá monnum at sigla aftur við seglum og eisini at høvi kundi vera at taka yngri dreingir við í bátin og læra teir at handfara segl í ymiskum líkindum.
31. mai 1970 var siglt á fyrsta sinni, og var ættin soleiðis, at leiðin gekk inn eftir fjørðinum og luttóku 20 bátar. Tað varð hildið at vera vøkur og sjáldsom sjón at síggja teir 20 bátarnar sigla inn eftir fjørðinum. Ymiskt var skapið á seglunum at líta á í hesi fyrstu kappingini, men í dag sæst skilliga, at hendan afturvendandi siglingin hevur álagt teimum luttakandi ábøtur á segl og aðra útgerð. Vinnari hetta fyrsta árið gjørdist »Ternan«, ið hoyrdi heima Innan Glyvur.
Nevnast kann, at sambært løgtingslóg frá 1 okt. 1985 um útgerð fyri opnar bátar, at hesir skulu m. a. hava mastur og segl sum fasta útgerð í bátinum.
Luttakaratalið av bátum hevur verið frá 14 í 1981 og upp til 42 bátar í 1992. Í meðal hava um 30 bátar luttikið í hvørjari kapping og tilsamans hava um 200 ymiskir bátar veri við í kappingini og hava teir í høvuðsheitinum verið av Skálafjørðinum, Tangafirði og suður til Nólsoyar.
Tey fyrstu árini vóru altíð ymisk tiltøk í samband við siglingina fyri at samla pening til ávis vælgerðandi endamál. Fyrsta árið fór peningurin til bygging av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Av øðrum tiltøkum, ið stuðul er latin til í samband við siglingina kunnu nevnast Eysturoyar søga, Fornminnir í Eysturoy, og Føroyafelag móti Krabbameini v. fl.
Í ár verða lutaseðlar seldir, og verður ágóðin latin til vælgerðandi endamál.
Hvussu siglt verður eftir fjørðinum í ár verður støða tikin til sunnumorgunin, og fáa bátarnir boð um hetta, tá teir samlast í Heyggstøð á Strondum kl.14 seinnapartin.
Málið verður við høvuðspierin í Runavík, og sum vanligt hevur verið, so fáa luttakarnir ein drekkamun við pannukøkum í kantinuni hjá Føroya Fiskavirking, Runavík aftan á siglingina, og verða tá samstundis steyp latin til 3 teir fremstu bátarnar, sigur Lions Club Eysturoy í tíðindaskrivi.