Lionsdysturin verður 29. mars

Lions Club í Tórshavn hevur bygt upp eina góða siðvenju í føroyskum fótbólti. Seinastu árini hava teir í Lions Club skipa fyri einum steypadysti millum Føroyameistaran og steypavinnaran.

 

Lionsysturin er vikuna áðrenn landskappingin byrjar. Í ár verður dysturin sunnudagin 29. mars kl. 15, tá spæla greipuvinnarnir, EB/Streymur ímóti silvurvinnarunum, HB.

 

Lionsdysturin kann geva eitt gott fingrapeik um formin hjá tveimum av FM-aspirantunum í Vodafone-deildini. Áskoðarainntøkurnar fara til góðgerandi endamál.