Longu sunnudagin 3. september vera fyrstu almennu dystirnir í hondbólti í kappingarárinum 2023-2024 spældir.
Dystirnir sum skjóta kappingarárið í gongd eru dystirnir um Lionsbikarið millum FM-vinnararnar og steypavinnararnar hjá bæði kvinnum og monnum.
Tá talan er um greipuvinnarar spæla greipuvinnararnir móti nummar tvey í landskappingini.
Sunnudagin 3. september klokkan ávikavist 15 og 17 kappast kvinnurnar hjá H71 og Kyndli, og mennirnir hjá H71 og VÍF um Lionsbikarið.
Eitt langt kappingarár er fyri framman, og í januar má steðgur vera í mansdeildini av gleðiligum orsøkum, tí Føroyar skulu kappast í EM-endaspælinum í Týsklandi.