Lions Tindur handaði gávur

Á fundi á Sandi hjá lionsfeløgunum seinnapartin í dag handaði Lions Tindur í Sandoynni tvær gávur.

Á fundi á Sandi hjá lionsfeløgunum í Føroyum seinnapartin í dag handaði felagið í Sandoynni - Lions Tindur - tvær gávur, ávikavist til Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi og til Sandoyar Fimleikafelag.

 

Gávan til Virknis-og Umlættingardepilin er eitt framkomið renniband, sum depilin kemur at brúka í sinum venjingarhølum til teirra, sum hava tørv á likamligum venjingum og endurvenjingum.

 

Tað var Hans Falkvard, formaður í Lions Tindur, sum vegna felagið handaði gávurnar. Jóhanna Jansyardóttir, leiðari á Virknis-og Umlættingardeplinum, tók ímóti rennibandinum.

 

Vegna Sandoyar Fimleikafelag tók Marit Hilmarsdóttir Jensen, formaður felagsins, móti gávubrævinum á 5.000 krónur, ið Lions Tindur letur sum ískoyti til eina Air-Track máttu til felagið.